Home Altjóða luttøka Rúni fekk heiðurligt sjeyndapláss í finaluni

Rúni fekk heiðurligt sjeyndapláss í finaluni

by Guttorm Sørensen

Eftir at hava imponerað alt og øll við sínari fantom-tíð innleiðandi á 800 m, var spurningurin so um Rúni Seloy kundi endurtaka bragdið í finaluni. Lat tað vera sagt beinanvegin. Tað gjørdi hann ikki. Men hann gjørdi nakað annað, sum eisini er merkisvert.

runi 800 finala
Rúni fær sær vatn áðrenn á 800m

Heldur enn at renna taktiskt afturhaldandi millum allar hesar bestu 800 m rennararnar, og so líðandi verða afturúrsigldur, valdi Rúni aftur hesu ferð at herja á, og mynda oddin fyrra helmingin. Men her í finaluni var ferðin enn hægri enn innleiðandi. Heimildarmaður okkara á Wikløf Holding Arena, Guttorm Sørensen, sigur at Rúni mundi renna í undirkantinum av 54 sekundum framvið 400 m merkinum! Ella út við 4 sekund skjótari enn innleiðandi!

runi 800 finala start
Finalan er júst skotin ígongd

Hann helt sína plasering sum nr. 2-3 heilt fram til 500 m, tá teir stóru sterku menninir veruliga fóru at vísa styrki. Móti endanum varð Rúni yvirhálaður nakrar ferðir, men kom á mál sum nr. 7 við tíðini 2.00.47.

runi 800 finala 400m
Teir koma framvið 400 m eftir 53-54 sekund

Tað sum er so merkisvert við hesum avrikinum er, at persónliga metið hjá Rúna á 400 metrum áðrenn hesa kappingina, var 54,34 sekund. Í kvøld rundar hann fyrstu 400 metrarnar við einari persónligari mettíð. Og kortini megnar hann at renna eina veruliga kvalitetstíð. Hetta boðar frá, at hóast Rúni, sum ikki bara í Føroyum, men eisini í Norðurlondum, hevur verið í serflokki, beint nú er í einum rívandi útviklingi. Bæði styrki, skjótleiki og áhaldni er nógv betrað hesa seinastu tíðina.

So hetta boðar frá góðum og spennandi verður at fylgja Rúna í komandi tíðum.

runi 800 finala a mal
Rúni á veg á mál á einum heiðurligum sjeyndaplássi

runi 800 finala eftir mal
Rúni kann vera nøgdur við sítt avrik í 800 m

 Skrivað: Hallur Holm

0 comment
0

Related Articles