Home Altjóða luttøka Rúni imponeraði og rann seg í finaluna á 800m

Rúni imponeraði og rann seg í finaluna á 800m

by Guttorm Sørensen

Í dag skuldu Rúni Seloy og Jóan Karl Joensen renna innleiðandi á 800 m teininum. Sambært tilmeldingartíðunum so kundi tað laga seg soleiðis, um tað gekk væl, at annar ella kanska báðir tveir kundu náa finaluplássinum.

Tríggir riðlar skuldu renna og vóru tað nummar eitt og tvey í hvørjum riðili, og so tvær tær bestu tíðirnar eftir tað, sum kvalifiseraðu seg til finaluna.

Føroyingarnir vóru báðir í fyrsta riðili, m.a. saman við vinnaranum teir seinastu tveir Oyggjaleikirnar Tom Druce frá Guernsey. 15-ára gamli Rúni Seloy legði seg á odda frá byrjan og slapp at halda leiðsluna. Tá Rúni kom framvið 400 metrum eftir sløk 58 sekund lá hann framvegis á odda, men tað var framvegis sera tætt  millum rennararnar og Jóan Karl var heilt stutt aftanfyri.

runi eftir 400m
Teir fara út á seinna umfar við Rúna á odda

Eftir 500 metrar megnaði Rúni at økja ferðina, og feltið sum hevði verið tætt samlað byrjaði at leingjast. Stutt áðrenn 600 metrar var tað favoritturin Tom Druce, sum legði seg á odda, men Rúni var framvegis væl við og Jóan Karl eisini. Seinastu 100 metrarnar tryggjaði Tom Druce sær sítt fyrstapláss, meðan tað bleiv ein harður dystur um næstu plássini, men Rúni rann framúr væl og tryggjaði sær eitt annaðpláss við tíðini 1.57,95 min.!!! SERA FLOTT. Jóan Karl, sum rann sín besta 800m í ár, kom á mál á sætta plássi við tíðini 2.00,44 min.

800 m finalan verður í annaðkvøld kl. 20.30 lokala tíð á Álandi.

runi a mal
Rúni uth. bleiv nummar tvey, meðan Jóan Karl utv. bleiv nummar seks

runi aftana
Ein sera glaður Rúni Seloy eftir at finaluplássið er tryggjað

runi og eydun
Eyðun Klakstein frá Rás2var á staðnum og fekk eitt prát við Rúna eftir lokna renning

5 comments
0

Related Articles

5 comments

Hallur Holm 29.06.09 - 16:00

Tú ert ein hørð banan, Rúni.
Men tað nýtist ikki at støðga her – tú skalt vita, at tað eru møguleikar fyri heiðursmerki í finaluni!!

Hallur

Hallur Holm 29.06.09 - 16:03

Annars er ein sera væl skrivað grein um Bragdið hjá Rúna at lesa á http://www.bragdid.fo 😉

Hallur

Debes H. Christiansen 29.06.09 - 17:52

Hjartaliga hjartaliga tillukku Rúni.

Fantastiskt at betra um títt persónliga met á 800 m við meira enn 5 sekundum á bert tveir mánaðir. Ótrúligt.

Góða eyðnu í finaluni í morgin.

Gleði meg at síggja teg renna 400 m seinni í vikuni.

Símun 30.06.09 - 06:56

Hjartaliga tillukku Rúni, ófatuliga flott runnið ! Vit gleða okkum til finaluna og 400 metur renningina.

Fríði Hammer 10.07.09 - 09:12

Kuuuuuuuuuuuuuuuuuuuuuuuuuuul!!!:P

Comments are closed.