Home Altjóða luttøka Rúni Jacobsen er Føroya Bolt

Rúni Jacobsen er Føroya Bolt

by Hallur Holm

Vit hava í dag sæð Usain Bolt gerast heimsmeistari á 100 metrum fjórðu ferð á rað, Hetta sama vikuskiftið hava vit samstundis sæð skjótastu føroysku tíðir síðani 2003, tá Heini Hátún setti galdandi føroyska metið, sum er 11,27 sekund. Leingi var líkt til at tað skuldi verða Rói Holgarsson úr Bragdinum, sum skuldi taka hetta metið, men nú bendir alt á, at tað verður Rúni Jacobsen úr Hvirluni. Hann er Føroya skjótasti í løtuni, og nú væntar lítið í hjá honum, at hann verður Føroya skjótasti nakrantíð.

Rúni Bolt
R
úni poserar eftir ein sera góðan 100 metur. Fer hann at taka metið í ár? Ella næsta ár?

Hetta vikuskiftið hevur Rúni verið við til DM fyri Ung, har hann kappast í bólkinum 20-22 ár. Í innleiðandi riðilinum setti hann nýtt persónligt met, 11,38 sekund, og kom víðari í finaluna saman við teimum stóru dreingjunum. Í finaluni eydnaðist tað Rúna enn einaferð at betra sítt persónliga met, hesaferð heilt niður á 11,30 sekund, sum bert er 0,03 sekund frá føroyska metinum. Hetta rakk til eitt samlað 5. pláss.

Eisini á 200 metrum er Rúni Jacobsen heilt nær við at taka føroyska metið. Eisini tað metið eigur Heini Hátún og er 23,00 sekund. Til VU-Spelen í Gøtuborg, har Rúni var við ungdómslandsliðnum, megnaði hann at renna teir 200 metrarnar uppá 23,08 sekund.

Rúni start
Færdige”, segði startdómarin, og so eksplodera teir úr startblokkunum. Undir DM umboðar Rúni Århus 1900

Úrslitini hjá Rúna í summar eru ivaleysa góð til oyggjaleikakvalifikatión. Tí er tað sera spell, at tað ikki eydnaðist honum at lúka krøvini í nóg góðari tíð. Men nú hava vit so ein sterkan spurtara, og megnar hann at halda seg nøkulunda skaðafrían, er lítið at ivast í, at vit hava ein føroying í spurtfinalunum um tvey ár á Gotlandi.

0 comment
0

Related Articles