Home Altjóða luttøka Rúni livdi upp til vónirnar!

So var stóra ævintýrið hjá Rúna Seloy av á hesum sinni. Og úrslitið var stak heiðurligt! 36 rennarar vórðu býttur sundur í tveir riðlar, so at heilir 18 dreingir runnu 1.000 m samstundis. Og lat tað verða sagt beinanvegin. Báðir riðlarnir vóru sera javnir, og tá serliga hin seinni, har Rúni var við.  Bert sjey sekund vóru millum 14 teir fremstu í einum sonnum “grindaróðri”


Rúni – millum íran og kroatin – liggur væl fyri í feltinum.

Tíðin hjá Rúna fyri teir 1.000 metrarnar gjørdist 2.32.86 min – bert 3 sekund frá einum finaluplássi. Lítið er at ivast í, at  Rúni við optimalari fyrireiking hevði havt sera góðan møguleika at komið í finaluna,  og eisini blandað seg í absolutta evropeiska toppin. Men tíverri hava knæskaðar darvað venjingini hjá honum bæði í vetur og vár.

Hesuferð gjørdist Rúni so samanlagt nr. 20 av teimum 36 rennarunum, men tann gløggi lesarin eigur at bíta merki í, at bara tveir av teimum 20 eru javngamlir við Rúna. Hinir eru allir eitt ár eldri.

Rúni verður aftur á klettunum mánakvøldið – eitt stórt upplivilsi, sum fáum er unt, ríkari.

Úrslitini frá renningini finnast í .pdf her

0 comment
0

Related Articles