Home Altjóða luttøka Rúni og Henrik runnu innlandsísin tunnan

Rúni og Henrik runnu innlandsísin tunnan

by Hallur Holm

Rúni Simonsen og Henrik Kølleskov hava kenst í nógv ár. Henrik hevur runnið í nógv ár, og fyri bert heilt fáum árum síðani fór eisini Rúni at renna. Fyri hálvum øðrum ári síðani byrjaðu teir báðir at renna øðrvísi túrar. Hetta hevur vundið uppá seg í seinastuni, og eftir hondini er tað mest lendisrenning og fjallarenning, sum er á skránni hjá teimum báðum.

Hetta hevur so givið Henriki hugskotið at royna okkurt heilt annað. Nevnliga Polar Circle Marathon, sum er maratonkapping í Syðra Streymfirði í Grønlandi. Her kann veljast millum ½ maraton leygardag og heilt maraton sunnudag. Men so er eisini ein triðji møguleiki: Polar Beach Marathon, sum umfatar báðar kappingarnar. Og hesa kappingina valdu teir báðir.


Henrik Kølleskov og Rúni Simonsen trý heiðursmerki hvør

Tað var kalt báðar dagarnar. Fyrra dagin, tá ½ maraton var á skránni, vóru minus 7 stig og dagin eftir, tá teir runnu maraton, vóur minus 10 stig! Kortini var tað ikki kuldin, men heldur undirlagið, sum var truplasti mótspælarin hesar dagarnar. Vindurin var lítil og við góðum klæðum bilti kuldin ikki. Verri var við undirlagnum, sum var kavi og ísur mest sum allan teinin. Salomonskógvarnir við stálpíkum í kláraðu tó tað mesta, men móti endanum vóru sandur og kavi alt í einum vellingi, og tá var sera ringt at renna. Harafturat vóru nógvar og drúgvar brekkur.


Til slíkan túr krevst at útgerðin er hin rætta

Hetta tiltakið í Syðra Streymfirði savnaði nógv fólk. 170 fólk úr 27 ymsikum londum høvdu sett stevnu á hesum fjarskotna staði. Har vóur rennarar komnir heilt úr Kina, Austraila og Brunei. Ítróttarliga gekst væl hjá okkara monnum. Í hálvum maraton varð Rúni nummar 12 av 62 monnum og Henrik var nummar 13. Tíðirnar, sum sjálvandi ikki siga serliga nógv, vóru 2.13.44 og 2.14.03.

Á maratonteininum varð Rúni nummar 23 við 4.27.30 tímum og Henrik nummar 41 við 4.46.16 tímum. 92 rennarar vóru við í hesari kappingini. Samlaða tíðin hjá Rúna var 6.41.33 tímar og rakk til eitt 10. pláss meðan Henrik við 6.59.59 tímum endaði samlað nummar 17 av teimum 44 monnunum, sum runnu báðar teinarnar.


Henrik Kølleskov í sínum rætta elementi 


Ísur og kavi so langt eygað ber

Heimasíðan og úrslitini frá Polar Bear Challenge finnast á hesi slóðini: http://polar-circle-marathon.com/

 

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Rúni Simonsen 30.10.14 - 07:44

Lítil rættleiðing til 1/2 marathon, har Henrik gjørdist nummar 12 og Rúni nummar 13.

Rani Friang Rasmussen 13.11.14 - 22:35

Hatta sær ótrúliga spennandi út. Flott tit báðir !

Comments are closed.