Home Altjóða luttøka Rúni og Rebekka trygt víðari

Rúni og Rebekka trygt víðari

by Hallur Holm

Í kvøld hava okkara sterku miðteinarennarar Rúni Seloy og Rebekka Fuglø verið í kapping. Rúni var ein av 19 rennarum, sum skuldi royna at renna seg í hálvfinaluna, sum longu verður mánamorgunin.

Tveir teir fremstu í hvørjum av teimum fýra riðilunum, umframt fýra tær bestu tíðirnar komu víðari. Rúni rann í triðja riðili, har vit undan renningini mettu hann til næststerkasta rennaran í riðilinum. Rúni helt eisini annað-plássið alla kappingina, og rann seg rættiliga trygt í hálvfinaluna. Bert einu løtuna var plássið hótt, men við 100 metrum á mál, tók Rúni veruliga dik á seg, og seglaði hálvfinaluplássið. Tíðin hjá Rúna gjørdist 2.02,46 min.

IMG_0205
Rúni rann seg víðari til semifinalurnar, sum verða avgreiddar fyrrapartin í morgin

Á 1.500 metrum hjá kvinnum vóru 13 kvinnur í tveimum riðlum. Hetta talið skulid so skerast niður til níggju kvinnur, sum skulu renna finaluna týskvøldið. Tríggjar tær fremstu komu beinleiðis víðari. Kappingin hjá Rebekku gekk júst sum hon skuldi. Hon var ein av trimum, sum eftir umleið hálvan tein slitu seg leysar. Tær øktu spakuliga fjarstøðuna frá hinum, og runnu seg allar trygt og róliga í finaluna. Tíðin hjá Rebekku var 4.43,60

IMG_0250
Natalie Whitty  (119), Rebekka og Rachael Franklin (132) runnu seg lættliga í finaluna

 

Athletics

800m Men

Position Lane Bib Competitor Island Result
1st 4 55 GIB Harvey Dixon GIB 1:56.92 Q
2nd 1 287 WES Michael William Macmillan WES 1:57.25 Q
3rd 3 262 SHE Shane Odie SHE 2:00.00 Q
4th 5 7 ALA Lucas Mattsson ALA 2:00.93 Q
5th 2 213 MEN Ruben Titos de la Fuente MEN 2:02.87
Position Lane Bib Competitor Island Result
1st 4 285 WES Donald Macleod WES 1:57.56 Q
2nd 3 31 CAY Tahj Lewis CAY 1:58.25 Q
3rd 1 100 GUE Matthew Loveridge GUE 1:58.58 Q
4th 5 215 ORK Magnus Bichan ORK 2:05.60
DNS 2 11 ALA Emil Thölix ALA
Position Lane Bib Competitor Island Result
1st 5 177 JER Elliott Dorey JER 2:02.37 Q
2nd 4 46 FAR Rúni Seloy FAR 2:02.46 Q
3rd 1 133 IOM Stephen Garrett IOM 2:03.38
4th 3 121 HIT Odd-Bjornar Jobotn HIT 2:11.23
5th 2 53 GIB Gyan Chappory GIB 2:19.05
Position Lane Bib Competitor Island Result
1st 1 208 JER Aaron Turmel JER 1:59.11 Q
2nd 2 80 GUE Michael Batiste GUE 2:00.51 Q
3rd 3 268 SHE Alan Williamson SHE 2:02.72 Q
4th 4 163 IOW Michael Ilott IOW 2:03.29
5th 5 221 ORK Jack Duncan ORK 2:10.61

Athletics

1,500m Women

Position Lane Bib Competitor Island Result
1st 2 132 IOM Rachael Franklin IOM 4:43.30 Q
2nd 3 119 GUE Natalie Whitty GUE 4:43.47 Q
3rd 6 43 FAR Rebekka Fuglø FAR 4:43.60 Q
4th 4 209 JER Chloe Grace Turmel JER 4:51.32 Q
5th 7 70 GOT Ida Kellström GOT 4:56.55 Q
6th 5 290 WES Peigi McKellar WES 5:00.60 Q
7th 1 214 ORK Jennifer Bichan ORK 5:10.61

Position Lane Bib Competitor Island Result
1st 6 281 WES Eilidh Mackenzie WES 4:48.72 Q
2nd 5 106 GUE Sarah Mercier GUE 4:49.32 Q
3rd 2 151 IOM Sarah Webster IOM 4:57.12 Q
4th 1 207 JER Jessica Troy JER 5:06.37
5th 3 227 ORK Aimee Leask ORK 5:19.37
6th 4 157 IOW Grace Crumplin IOW 5:37.26
DNS 7 310 YSM Sarah Livett YSM

0 comment
0

Related Articles