Home Altjóða luttøka Rúni Seloy tvífaldur danmarksmeistari!

Rúni Seloy tvífaldur danmarksmeistari!

by Hallur Holm

Í gjár vann Rúni Seloy danmarksmeistaraheitið fyri dreingir 15 ár. Hetta tá hann í stórum stíli rann á odda allan vegin, og at enda var 4 sekund frammanfyri nr. 2. Rúni betraði sína egnu tíð við heili 14 sekundum, so bólkametið hjá honum eitur nú 4.20,49 min.

  
Rúni Seloy

Í morgun var 800 meturin á skránni. Og heldur ikki hesuferð vísti Rúni sínum mótstødumonnum nakra sum helst náði. Hann rann knallhart beinanvegin, og hevði 60 sek. fyri teir fyrstu 400 m. Beint áðrenn teir seinastu 100 m var ein, sum royndi at koma framvið, men Rúni svaraði sterkt aftur og spurtaði í stórum stíli einsamallur á mál. Tíðin hjá Rúna var 2.04,93 min. og tað er ein betring av hansara egna persónliga meti við 3 sek.

Tvífalda DM-heitið er undrunarvert, tá hugsað verður um at Rúni er eitt ár yngri enn harðastu kappingarneytarnir!

Í gjár vann Bjørk H. Olsen silvur á 1500 m. Seinni í dag rennur hon 3000 m, og eftir tilmeldingartíðunum at døma, er Bjørk favorittur at vinna gull í dag.

  
Bjørk Herup Olsen

Jan Elmar Sørensen vann eisini heiðursmerki í gjár. Tað gjørdi hann við at renna seg inn á eitt triðja pláss, á tí fyri hann so óvandu 2000 m forðarenning kappingini. Seinni í dag rennur hann 5000 m.

   
Jan Elmar Sørensen

Rebekka Fuglø bleiv í gjár nr. 7 á 300 m. Í morgun rann hon yndisgreinina 800 m, og her gjørdist hon samlað nr. 5, eftir at hava vunnið sítt heat í stórum stíli.

  
Rebekka Fuglø

Meira verður at frætta seinni.

Myndir: Guttorm Sørensen

0 comment
0

Related Articles