Home Altjóða luttøka Rúni Seloy vísti klassan – enn einaferð!

Rúni Seloy vísti klassan – enn einaferð!

by Hallur Holm

Á 2.000m teininum í dag vísti Rúni, at hann eisini hevur góð taktisk evnir. Í eini kapping, sum bleiv runnin meira taktiskt enn skjótt, vísti hann gott taktisk snildi og tryggjaði sær enn flott eitt 2. pláss!

Teir lógu allir sera javnir teir fyrstu 1.200m metrarnar, har fleiri teirra skiftust um at liggja á odda. Ferðin fór eitt sindur upp og so niður aftur nakrar ferðir. Tá tað restaðu 800 metrar legði vinnarin seg á odda við Rúna beint í hølunum. Teir fingu eitt lítið hol tá tað restaðu 550 metrar, men áðrenn síðstu 400 metrarnar vóru fleiri rennarar framvegis væl við, og lá Rúni tá á fjórða plássi.

Ferðin bleiv nú økt munandi, og tá tað restaðu 250 metrar var Rúni komin fram á annað plássið, og var greitt at Rúni fór í minsta lagi at blíva nummar trý, tí hinir vóru dragnaðir so mikið nógv.  Rúni og vinnarin øktu nakrar metrar til rennaran á triðja plássið. 

Kappingin millum vinnaran og Rúna bleiv avgjørd í einum endaspurti uppá 120 metrar, tá Rúni brúkti sínar seinastu kreftir, og endaði tað við, at hann var bert eitt ½ sekund aftanfyri, tá teir fóru um málstrikuna. Rúni kom á mál við tíðini 6.39,65 min. og er tað føroyskt bólkamet. Rennarin, sum basti Rúna í dag var sami rennarin, sum basti honum á 600m teininum.  Nevnast kann at Rúni rann seinastu 400 metrarnar uppá 68 sekund og er tað sera gott. Samanumtikið sera flott runnið av Rúna aftur í dag.

Rúni Seloy 2.000m
Rúni Seloy, mitt í myndini, vann aftur ein silvur “diamant” í dag

0 comment
0

Related Articles