Home Altjóða luttøka Rúni Seloy vísti klassan!

Rúni Seloy vísti klassan!

by Hallur Holm

RuniSeloy
Rúni Seloy (nr.1039) bleiv nummar tvey í dag

Besta føroyska úrslitið í dag fekk 13 ára gamli Rúni Seloy, tá hann kappaðist í yndisgrein sínari 600 m. Eftir eina miseydnaða byrjan, har hann varð troðkaður afturum, stríddi hann seg fram í oddin á fyrstu langsíðuni. Rúni varðveitti føringina fram til 350 metrar, men fekk ikki svarað aftur tá hann varð yvirhálaður. Sum tann stríðsmaður hann er, megnaði hann tó at halda fæst um 2. plássið heilt á mál. Tíðin hjá Rúna var 1.35.13

Fyrr í ár vann Rúni eina sterka kapping í Danmark á 600 m. Ta ferðina rann hann teinin uppá 1.34.35 min, sum eisini  er skjótari enn vinnaratíðin í dag!

Regin Joensen
Regin Joensen eftir 80m

Fyrstur av okkara á breytini í dag var 12 ára gamli Regin Joensen, sum kappaðist á 80 m. Regin hevur runnið væl á hesum teininum fyrr, men í dag gekst ikki sum ætlað. Hann bleiv nummar 13 við tíðini 12.54

0 comment
0

Related Articles