Home Altjóða luttøka Rúni snávaði í semifinaluni

Í gjárkvøldið rann Rúni Seloy seg trygt í semifinaluna á 800 metra teininum. Og í dag kl. 12.30 skuldi Rúni so renna í fyrra av teimum báðum riðlunum. 8 menn vóru í hvørjum riðili, og tríggir teir fremstu sluppu beinleiðis í finaluna. Umframt hesar, sluppu eisini tvær tær bestu taparatíðirnar víðari.  Ferðin í fyrra riðili var heilt góð, og tá teir komu framvið málstrikuni fyrstu ferð hevði Rúni uml. 57 sekund, sum plagar at hóska væl til hansara. Og hann sá eisini út til at renna væl. Tá teir komu á 600 metrar var Rúni framvegis heilt væl við, men nú byrjaðu teir veruliga at spæla við musklunum. Í seinasta boganum bardust menn hart um plaseringarnar, og tá teir komu úr svinginum eftir 700 metrar, lá Rúni á 5. plássi. Men framvegis javnt og spennandi. Tíverri vóru kreftirnar hjá Rúna uppbrúktar, og seinastu 100 metrarnar dragnaði hann hálvtannað sekund.


Rúni kempar fyri at fylgja við, men má síggja teir fara undan……

Og hetta kom at kosta honum finalusessin. Tí hóast tað ikki var líka nógv ferð frá byrjan í øðrum riðili, so komu teir kropp á kropp í einum øgiligum endaspurti. Tað sá annars spennandi út, tí á 600 metrum var tíðin næstan tvey sekund verri enn tá Rúni  kom fram við 600 m. Men endin var so, at heilir sjey av teimum átta, komu undir 1.58,73, sum var tíðin hjá Rúna. Tað merkti so, at Rúni gjørdist nr. 12 av teimum 16 hálvfinalistunum, og verður tí ikki við í finaluni í morgin.


Rúni fylgir spentur við, hvussu leikur fer fram í øðrum riðili. Tíðin hjá nr. 4 var alt avgerandi fyri, um Rúni slapp í finaluna. Tíverri eydnaðist hetta ikki.

Sera spell hjá Rúna, sum stutt undan oyggjaleikunum rann 1,57,7, sum hevði verið nóg mikið til finalusessin. Rúni er ikki vanur við at renna dag um dag, og tað kann hava merkt hann, at hann ikki hevur fingið hvílt nóg mikið eftir at hava runnið 1.59,44. Men enn er Rúni blaðungur og framtíðin bjørt og víðopin. Rúni hevur enn eina kapping eftir á 400 metrum. Innleiðandi kappingin byrjar mikudagin kl. 12.30. Rúni hevur sum so ongan møguleika at vinna heiðursmerki á 400 metrum, men skal royna at vinna seg víðari frá innleiðandi umfarinum.

0 comment
0

Related Articles