Home Altjóða luttøka Ryggtrupulleikar støðgaðu Marnari

Ryggtrupulleikar støðgaðu Marnari

by Hallur Holm

Tað, sum skuldi gerast eitt stórt ítróttarkvøld fyri føroyska renning, endaði í ongum. Tá vit settu okkum fyri at verða umboðað til NM á 10.000 m við Valborg Heinesen og Marnari Djurhuus, vóru vit væl vitandi, at ítróttarliga var hetta ein sera stór avbjóðing. Tó hildu vit, og halda enn, at tað er umráðandi at vísa Merkið, tá vit nú ikki hava so nógvar møguleikar til tað. Ítróttarliga var eisini perspektiv við kappingini, tí bæði Marnar og Valborg høvdu góðar møguleikar at seta nýggj føroysk met á 10.000 m teininum.

Men lógin hjá Murpy sær út til at hava rakt okkum dygt. Fyrst gjørdist Valborg so sjúk, at hugsingar var ikki um at koma til Oslo at renna. Marnar var tó til dystin fúsur, og var bæði væl fyri og væl upplagdur. Vit høvdu væntað, at hann nokk so tíðliga kom at renna einsamallur á halanum, men so varð ikki. Hann kom at liggja fínt saman við trimum øðrum rennarum, og ferðin var júst tann rætta, skuldi Marnar røkka málinum, sum var 31.30 og í øðrum lagi 31.55, sum er føroyska metið.

Ingress_Vedvik_Budolfsen_A20G3941
Vedvik, Noreg og Budolfsen, Danmørk, vóru nógv teir stinnastu, tá avgerðin um NM á 10.000 skuldi avgerast í kvøld.  

Fyrsti kilometurin var 3.09 minuttir svarandi til júst 31.30. Eftir 2.000 m vísti urið 6.18 – sama ferð. Næstu 2.000 metrarnar fór ferðin eitt lítið vet niður, og tá eitt umfar restaði í hálva leið, sá millumtíðin á 5.000 m út til at blíva umleið 15.48.  So enn var alt, sum tað skuldi vera. Men knappliga steðgaði Marnar og tók seg úr kappingini. Brádliga íkomin pína í rygginum tvingaði hann at gevast á hálvari leið. Marnar hevur fyrr í ár havt trupulleikar við rygginum, men hann og fysioterapeuturin hava (ella hildu seg hava) fingið bilbukt við trupulleikanum.

 

Sera harmiligt, men einki at gera við tað. Tað kemur altíð ein nýggj kapping, og tað ger tað eisini fyri Marnar, sum var sera harmur um at verða noyddur at gevast. Tað varð annars norðmaðurin Marius Vedvik, sum gørdist norðurlendskur meistari, meðan danin Lars Budolfsen eftir ein harðan tvídyst mátti taka til takkar við silvurið.

Men 10000m Nordic ChallengeFinal 22 maj

1 Marius Vedvik Norge29:12.84
2 Lars Budolfsen Danmark29:22.67
3 Jaakko Nieminen  Finland29:52.00
4 Fredrik Uhrblom Sverige29:52.99
5 Dadafo Dhaqabi89SK Vidar29:55.18
6 Henrik Them Andersen Danmark29:55.75
7 Rolf Steier84SK Vidar29:57.67
8 Eirik Gramstad Norge30:02.87
9 Andreas Åhwall Hässelby SK30:20.20
10 Lars Södergård Sverige30:35.58
11 Ørjan Grønnevig Norge31:00.85
12 Aki Nummela85Finland31:22.52
13 Fredrik Røtnes92BUL Tromsø32:24.26
14 Harald Solhaug Næss88SK Vidar32:26.02
– Tomas Bereket86SK Vidarbröt – Patrick Engström FK Studenternabröt – Marnar Djurhuus Färöarnabröt – Asbjørn Ellefsen Persen Norgebröt – Frew Zenebe Brkineh Sandnes ILej start

 

0 comment
0

Related Articles