Home Altjóða luttøka Seinasta legan áðrenn altjóða uppgávu

Seinasta legan áðrenn altjóða uppgávu

by Hallur Holm

Um vikuskiftið hevur talentbólkurin aftur verið savnaður. T.v.s. tey, sum skulu við til Pallas Spelen næsta vikuskiftið. Vallaraheimið Kerjalon er afturlatið í januar, so í staðin gistu við á Hotel Tórshavn, har vit eisini møttust seinnapartin leygardagin kl. 15.00. Tey sjey sum fara avstað fríggjadagin eru Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus, Treysti, Hans Jacobsen, Regin Joensen, Elsa Berg, Sára Debesardóttir, Bragdið, og Trygvi Laksafoss, Hvirlan. Seinast nevndi var við Hvirluni í Reykjavík hetta vikuskiftið.


Frá venjing seinast í november. 6 av hesum fara til Malmø fríggjadagin.

Beinanvegin fóru vit at gera klárt til venjing. Ein lítlan rundtúr í býnum, og síðan Tórsbreyt. Tað var hørð venjing á skránni, og tey flestu høvdu ymisk interval at renna. Men innsatsurin lá ikki eftir. Tað bleiv runnið hart og væl, og tað sær veruliga út til, at stóra arbeiðið úti í feløgunum ber ávøkst.

Eftir venjing fóru vit á Hotel Tórshavn í brúsu, og síðani heim til Elisabeth hjá Halli at eta ein góðan døgverðabita. Eftir hetta gekk leiðin í bowlinghøllina, har undirritaði heldur snópisliga mátti lúta móti einum sera hepnum Hansi. Troytt hava vit øll verið hetta kvøldið, tí longu kl. 22.50 var myrkt og kvirt í harra kamarinum!

Og gott var tað. Tí longu kl. 7.00 ringdu klokkurnar. Skuldu eta morgunmat kl. 7.15, tí bert tveir tímar seinni var venjing aftur á skránni. Vit runnu fyrst ein túr niðan á Tórsbreyt, har vit strektu eitt sindur út. Síðani runnu vit oman í nýggja Faroe Fitnes, har vit skuldu koyra eina serliga sirkul-venjing ígjøgnum. SirkulPuls verður hendan venjingin nevn. Arbeitt verður í maskinum 30 sek og so stepp-bonk í 30 sek. Tað tók 15 minuttir at koyra alt í gjøgnum. Vit høvdu ein minutt støðg, og tóku tað ígjøgnum einaferð afturat.

So var avjogg eftir hugi. Men eingin hevði hug at jogga beint heim. Sera hugaligt at síggja, at venjingarhugurin veruliga er til staðar. Eftir brúsu fingu vit Hotel Tórshavn brunch, og so var hendan legan liðug.

Seinni í vikuni verður meira at frætta um teinar, mál og møguleikar, sum hesi ungu hava í Malmø.


Trygvi Laksafoss vísti góðan form á 200 m í Reykjavík. Vónandi fer eisini at ganga væl í longdarlopi!

0 comment
0

Related Articles