Home Altjóða luttøka Seks føroyingar til DM innandura

Seks føroyingar til DM innandura

by Hallur Holm

Hetta vikuskiftið verður DM fyri bæði vaksin og ung hildið í frælsu ítróttarhøllini í Skive. Seinasta ár var Bjørk Herup Olsen við til hesa kapping, og vann tá gull í 3000 m og silvur í 1500 m renningini fyri gentur 16-17 ár.

Í ár eru vit so seks í tali, og skulu kappast í 12 kappingum tilsamans. Jóan Karl Joensen og Rúni Seloy úr Bragdinum renna báðir 800 m leygardagin og 1500 m sunnudagin. Jóan Karl er við í kappingini fyri menn og Rúni fyri dreingir 14-15 ár. Jan Elmar Sørensen úr Treysti rennur 3000 m leygardagin og 1500 m sunnudagin. Hann kappast í bólkinum dreingir 18-19 ár. Guttorm Sørensen, sum er ferðaleiðari, ætlar eisini at nýta høvið at fáa eina kapping, og verður tað á 3000 m leygardagin.

Leygardagin fer Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum so at royna at verja sítt gullmerki á 3000 m frá í fjør. Hesaferð tó í einum eldri árgangi, nevnliga gentur 18-19 ár. Sunnudagin rennur hon 1500 m. Rebekka Fuglø úr Treysti fer at vera við í trimum kappingum. Leygardagin rennur hon fyrst 200 m og seinni 800 m. Sunnudagin skal hon renna 400m. Rebekka rennur í bólkinum gentur 16-17 ár.

Skal metast um hvar størstu heiðursmerkjamøguleikarnir eru, mugu vit fyrst venda eyguni móti teimum somu, sum vunnu DM-gull uttandura í summar. Rúni Seloy er nú vorðin elstur í sínum aldursbólki, og hevur avgjørt góðar møguleikar fyri heiðursmerki á bæði 800 m og 1500 m.  Sama kann sigast um Bjørk Herup Olsen, hóast hon er flutt ein árgang upp. Eftir tilmeldingartíðunum at døma hevur eisini Rebekka møguleika at vinna heiðursmerki á bæði 400 m og 800.

Men eisini stendur oyl-luttøka uppá spæl. Her hevur Jóan Karl leingi lenað seg upp at kravtíðini. Í Íslandi manglaði eitt sekund í, so nú skal tað verða! Nógv føroysk innanduramet, bólkamet og ikki minst persónlig met standa eisini fyri skotum. Spennandi verður í øllum førum, og meira verður at lesa um úrslitini fyrst í næstu viku.

0 comment
0

Related Articles