Home Altjóða luttøka Síðsti dagur: Trý persónlig met, tvey føroysk met og eitt silvurheiðursmerki

Síðsti dagur: Trý persónlig met, tvey føroysk met og eitt silvurheiðursmerki

by Hallur Holm

Seinasti dagur gjørdist eisini ein góður dagur. Tað byrjaði við trístøkki, har Øssur Debes Eiriksfoss longu í fyrsta lopinum setti føroyskt met, tá hann leyp 13.32 metrar og legði seg á fimta pláss. Longsta lopið hjá honum kom í øðrum umfari. Hetta lopið eydnaðist stak væl, og Øssur endaði heilt úti á 13,93 metrum. Aftur føroyskt met! Við hesum lopinum yvirhálaði hann álendingin, men var í hesum sama umfarinum sjálvur yvirhálaður av øðrum Saarema-manninum, sum hevði traðkað yvir í fyrsta umfari. So framvegis var Øssur standandi á fimta plássi, men finaluplássið var tryggjað.


Øssur í ferð við næstseinasta lopið í bleiv 13.36m

Í finaluna sleppa teir bestu átta eftir trý tey fyrstu umførini, og tá leypa teir so trý umfør afturat. Eftir at seinasta innleiðanid umfari hjá Øssuri var 13,50 metrar, vórðu 4. og 5. lopið ávikavíst 13.39 og 13.36 metrar. Aftur seinasta lopið bleiv heilt gott, men ikki so gott sum tað næsta. 13,75 metrar og ein staðfesting av hann veruliga hevur eitt høgt støði, hóast hann enn er rættiliga óroyndur í trístøkki. Endaliga úrslitið hjá Øssuri varð, at hann gjørdist nr. 6, tí álendingurin, sum hann yvirhálaði í øðrum umfari, hevndi hetta so dyggiliga, tá hann í seinasta umfari leyp 13,94 metrar, og harvið sníkti seg upp á 5. pláss, ein sentimetur framman fyri Øssur. Gamla føroyska metið átti Øssur sjálvur, og tað setti hann í síni fyrstu trístøkk-kapping síðsta summar tá hann leyp 13,08 metrar, so hetta var var ein rættiliga ógvuslig betring av metinum. Tó ikki eins ógvuslig, sum tá hann fyrsta dagin á oyggjaleikunum førdi metið í hæddarlopi frá 176 cm til 195 cm, og vann bronsuheiðursmerkið. Vónandi verður tað eisini til heiðursmerki í trístøkk á oyggjaleikunum um tvey ár.


Øssur setti nýtt føroyskt met við 13,93m

So var tað 5.000 metur hjá Bjørk Herup Olsen, sum skuldi renna sína triðju kapping á Isle of Wight. Hóast hon varð meldað til tríggjar kappingar frammanundan, varð ongantíð væntað at hon fór at renna tær allar. Meiningin var at kunna leypa onkra kapping um, um nú 1/2 maraton-kappingin setti seg ov hart. Men løgið nokk kendi Bjørk seg rímiliga væl aftaná bæði 1/2 maraton og 10.000 meturin, hóast hetta vóru sera harðar kappingar. Hetta ber boð um eina unga kvinnu í sera sera góðari venjingarstøðu. Og at hon var so mikið væl fyri aftur í dag gjørdi so, at hon aftur var millum favorittarnar at vinna heiðursmerki.


5.000m er settur í gongd og Johanna Kahlroth leggur seg á odda

Tað var gullvinnarin frá 1/2 maraton, sum aftur nú royndi at renna skjótt frá byrjan. Ja, so skjótt, at hon legði seg einsamalla á odda. Men tað tóku hinar heilt róliga, og spakuliga javnaði alt seg aftur, og ferðin lækkaði nakað. Men bara til Louise Perrio brádliga stakk snútan fram, og við sínum eyðkenda lætta lagi, rykti frá feltinum. Bjørk var eitt sindur innisperrað, og slapp ikki avstað beinanvegin. Men tá hon slapp avstað, helt hon aftaná Perrio við so nógvari ferð, at eingin onnur megnaði at fylgja við. Hetta var nokk so tíðliga í kappingini, so hetta var eitt lítið sats – sæð útifrá. Men Bjørk segði aftaná, at hon kendi seg sera væl hesa løtuna, og ivaðist ikki, at hon kláraði heim í hesum uppskrúvaða tempo’num.


Louise Perrio og Bjørk eru slopnar avgerandi leysar frá hinum

Og tað bleiv eisini ein tvídystur millum Louise og Bjørk. Nøkur umfør nærkaðist Bjørk eitt lítið sindur, men tó ov lítið til at tað bleiv spennandi. Tí tá munurin kom niður á 5 sekund, setti Louise enn meira ferð á. Triðja kvinnan var tó so mikið langt aftanfyri, at silvurmerkið ongantíð varð hótt. Bjørk megnaði allan vegin at halda høga ferð, ja so høga, at hon rættiliga óvæntað kom á mál við super-tíðini 17.40, sum er nýtt føroyskt met!


Bjørk er komin á mál í síni triðju kapping og vinnur sítt triðja heiðursmerki – flott Bjørk !

Sostatt endaðu oyggjaleikirnir hjá Bjørk við tveimum silvur- og einum bronsuheiðursmerki. Og í øllum kappingunum setti hon nýtt føroyskt met. Soleiðis fekk Bjørk einaferð fyri allar vaskað minni væleydnaðu oyggjaleikirnar í 2009 burtur, og veruliga prógvað, hvør dugur er í henni. Hjartaliga til lukku við tínum fantastisku úrslitum, Bjørk. Tú ert fyrimyndarlig!


Bjørk á sigursskamlinum fyri triðju ferð og ein væl nøgd Bjørk við heiðursmerkjunum.

Seinasta kappingin hjá okkum var 10.000 meturin hjá monnum, har Marnar Djurhuus skuldi royna seg, og fylgja upp á góða úrslitið hann fekk, tá hann vann bronsumerkið í 5.000 metra renningini. Fleiri heilt sterkir rennarar vóru við, so ikki var væntandi, at Marnar hevði stórvegis møguleikar at vinna heiðursmerki. Men eina góða, javna og positiva kapping skuldi hann so royna at fáa, og ongantíð betur, um hann kom nakað væl niður í móti 33.00 – ella enntá undir.


Teir 21 mennirnar tilreiðar til start. Marnar er nr. 4 frá vinstru

Eftir nøkur fá umfør, vóru fýra mans leysir í oddinum, meðan Marnar lá í einum øðrum bólki við fýra rennarum eitt sindur aftanfyri. Báðir teir fyrstu kilometrarnir vórðu afturumlagdir upp á 3.10 min. Hetta var dekan ov høg ferð fyri Marnar, men tíbetur fór ferðin eitt sindur niður. Men tveir í bólkinum hjá Marnari fullu frá, og hann kom nu at liggja í hølunum á tí eina Guernsey-manninum, sum helt javna sera javna ferð – 80 sek fyri hvørt umfar, ella 3.20 fyri kilometurin. Um Marnar kláraði at fylgja við her, kundi hann við einum góðum síðsta umfari koma undir 33.00. Og tað fekk  hann eisini at vita, meðan hann rann. So tá hann sá, at ferðin hjá Guernsey-manninum fór eitt sindur niður, var hann skjótur at fara framvið. Ikki bara fór hann framvið. Hann setti hann eisini av við einum skjótum umfari. Nú vóru seks umfør eftir, og hann kempaði allatíðina ein harðan dyst við at halda røttu ferðina.


Marnar hevur rykt frá Guernsey manninum. Vinnarin Tom Wade (187) sást aftanfyri

Og tað gekk eisini væl. Tí tá hann fór út á seinasta umfarið, var hann bara trý sekund aftanfyri, og tað skuldi hann lættliga klárað at rættað upp á seinastu 400 metrarnar. Við einum góðum, longum og seigum spurti, rann hann seinasta umfar uppá 73 sekund, og breyt soleiðis 33 min múrin niður! Tað má sigast at vera heilt fantastiskt, at ein 16 ára gamal rennur slíka kvalitetstíð, og tað verður sera spennandi at síggja, hvussu nógv hann kann menna seg fram til næstu oyggjaleikirnar. Hesir oyggjaleikirnir eru av hjá Marnari, og úrslitið gjørdist, at hann setti persónlig met í báðum kappingunum, hann var við í, umframt at hann vann bronsumerkið í kappingini á 5.000 metrum!


Føroyski hópurin avmyndaður á Fairway Sports Centre í Sandown

0 comment
0

Related Articles