Home Altjóða luttøka So vóru talentkrøvini klár

So vóru talentkrøvini klár

by Hallur Holm

Aftur í summar verður farið við bæði ungdómslandsliðnum og A-landsliðnum til VU-Spelen í Gøtuborg, sum verður í døgunum 27. – 29. juni. Nýggju krøvini verða nú kunngjørd. Ikki tí. Broytingarnar eru ikki nógvar. Bert smærri justeringar í tráð við broyttu krøvini fyri oyl-úttøkuni. Tað merkir, at tað serliga er í spurti og miðteini hjá teimum størru gentunum, at broytingarnar eru.

Í næstum verður hópurin savnaður, og meiningin er saman við venjarunum at leggja eina ætlan fyri tíðina fram til juni.

Nýggju krøvini síggjast á bjálkanum “krøv” á forsíðuni.


Í fjør fingu vit Katarinu Høj upp á sigurspallin í VU-Spelen við føroyskum meti á 800 m, sum hon misti dagin eftir. Fer hon at taka tað aftur í summar?


Marita K. Petersen er ikki langt frá oyggjaleikakravinum í spjótkasti. Nú má tað fara at verða!

0 comment
0

Related Articles