Home Altjóða luttøka Spennandi maraton-sunnudagur

Spennandi maraton-sunnudagur

by Hallur Holm

Í morgin, sunnudagin, er aftur ein stórur føroyskur maratondagur. Tvær stórar maratonkappingar, sum plaga at hava føroyska luttøku verða í morgin. Í Týsklandi verður ein av heimsins allarstørstu og bestu maratonkappingum í morgin. Berlin Marathon savnar altíð nógvar føroyingar, og í ár eru úti við 40 føroyingar við. Í Odense verður næststørsta maratonkapping í Danmark runnin í morgin. H.C. Andersen Marathon er eisini vertur fyri DM í marathon sunnudagin.

Føroyskir profilar
Fleiri av Føroya sterkastu maratonrennarum fara at renna í morgin. Sum nevnt verður DM í maraton í Odense, og har fer okkara sterka kort, Valborg Heinesen at luttaka, umboðandi Sparta. Tað er nú nakað síðani, at Valborg hevur runnið maraton. Hetta var áðrenn hon veruliga fór undir skipaða venjing, so vit kunnu vænta nakað meira av henni nú.

Eftir startlistanum at døma, er góður møguleiki fyri at Valborg kemur at kappast heilt har frammi millum fimm tær bestu. Eingin avgjørdur favorittur er á degnum. Dansk Atletikforbund nevnir á sínari heimasíðu fýra sterkar kvinnur, sum fara at kappast um DM-heiðursmerkini. Valborg er ikki nevnd, men har haldi eg avgjørt, at teir hava gloymt eitt navn. Á so longum teini kann nógv henda, og Valborg hevur góðan møguleika at kappast um heiðursmerkini. Og so siga vit ikki meira, men spennandi verður at fylgja við á netinum. Byrjað verður klokkan 9.00 føroyska tíð.

Eisini hitt stjørnuskotið í føroyskari kvinnurenning, Marna Egholm, rennur í morgin. Hon er millum mongu føroyingarnar, sum renna í Berlin í morgin. Marna hevur runnið sera væl seinastu tíðina, og møguleikin fyri einari tíð undir tríggjar tímar er til staðar. Enn er bara Joan Bláfoss komin undir teir tríggjar tímarnar, men vónandi gera bæði Marna og Valborg henni bragdð eftir. Marna í Berlin og Valborg í Odense.


Valborg Heinesen rennur H.C. Andersen Marathon í morgin, og verður væntandi partur av DM-stríðnum.

Nakra supertíð hjá monnum, sum kann hótta føroyska metið hjá Absalon Hansen, skulu vit ikki vænta. Men okkara veteranrennarar eru sera sterkir. Spennandi verður at síggja, hvussu skjótt Henry Olsen kann renna. Hann bleiv 50 ár í vikuni, og hevur tí fyrimun av at vera millum teir yngstu í bólkinum 50-54 ár. Harafturat er Henry við at vera í sínum lívs formi, og ein tíð undir 2.50 tímar er als ikki ómøgulig.

Stórur hópur hjá Bragdinum er í Berlin, og venjingarnar hava leingi verið málrættaðar móti hesi avbjóðingini. Hvør einasti rennari hevur sína egnu avbjóðing. Onkur vil bróta fýra-tíma markið, onkur annar 3,5 tímar. Onkur vil seta persónligt met, meðan onnur bara vilja gjøgnumfara.

FÍF ynskir øllum góða eydnu í morgin. Minnist til at renna fyrstu 25 km við høvdinum og teir seinastu 17 við beinunum.

Tað er møguligt at taka eina app niður av heimasíðuni hjá Berlin Marathon, og umvegis hana fylgja øllum teimum føroysku rennarunum. Kappingin í Berlin byrjar klokkan 8.00 føroyska tíð

Sama er galdandi fyri kappingina í Odense, har Valborg rennur við startnr. 120.


Tey kanna, um alt er í lagi á startinum. Tina, Krista, Eydna, Bjørt, Hergerð, Ann og Petur Martin (mynd: Ann Thomsen)

0 comment
0

Related Articles