Í morgin er mentunnarnáttin í Reykjavík, og eitt av heilt stóru tiltøkunum hendan dagin er Reykjavík Maraton, sum tilsamans hevur 12.000 luttakarar í ár. Tá eru allir renniteinarnir taldir við. Millum øll hesi mongu fólkini eru eisini fleiri føroyingar. Sera merkisvert er, at Hvistan úr Suðuroy er á sínum fyrsta felags uttanlandstúri, og tey hava megnað at savna saman heili 27 rennarar, sum fara at umboða reyðu litir felagsins í Reykjavíkar gøtum í morgin . Flestu teirra verða við í hálvum maraton.
Hvistan í Reykjavík. Nýggi formaðurin hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at menna motiónsrenningina í Suðuroy
Tey bláu úr Havnini eru eisini væl umboðað í Reykjavík, og eru tey bara ein ella tvey færri enn suðuroyingarnir. Flestu Bragdarrennararnir fara at renna fulla teinin. Væl liggur fyri at fáa góðar tíðir í Reykjavík, tí rutan er rættiliga fløt og hitin ofta sera hóskandi. Heldur ikki er trongligt hjá maratonrennarunum, so øll fáa runnið frítt.
Bragdið í Reykjavík. Tilsamans munnu hesi eftir hondini eiga nakað nógvar maratonrenningar á bók
Stóra føroyska umboðanin hevur vakt ans í Íslandi, og hetta fór heldur ikki framvið hjá Mogguni, sum hevur hesa greinina um føroyingarnar
Í Bragdinum ætla tey ikki bara at renna. Tórshavn Marathon skal allatíðina mennast, og hevur Bragdið tí valt at hava bás við á marathon-expo. Tað er Robert Vilhelmsen, sum stendur fyri hesum. Heilt nógvir útlendingar koma til Reykjavíkar at renna, og tað er heilt víst eitt gott hugskot, at sýna okkara vakra Tórshavn Marathon fram fyri bæði íslendingum og teirra útlendsku rennigestum.
Básurin hjá Tórshavn Marathon í Reykjavík