Home Altjóða luttøka Stórmót annar dagur: eitt met afturat til Sáru

Stórmót annar dagur: eitt met afturat til Sáru

by Hallur Holm

Aftur sunnudagin vunnu føroysku íðkararnir hópin av heiðursmerkjum, tá annar kappingardagur í Stórmót IR fór fram. Mest óvæntaða úrslitinum mundi Sára Debesardóttir standa fyri, tá hon í kappingini hjá gentum 16-17 ár á 400 metrum kom á mál langt fremst. Klokkan vísti 61,48 sekund, og var hetta eisini nóg mikið til at seta næsta føroyska innandurametið til hesar leikirnar. Aftur hesuferð var tað eitt hálvgamalt met hjá Rebekku Fuglø frá 2009, sum stóð fyri skotum. Sára Debesardóttir hevur veruliga fingið eitt frambrot hesar dagarnar, og er nú rættiliga nær við at klára oyggjaleikakrøvini á bæði 200 og 400 metrum, sum annars eru herd rættiliga fitt. Vikuskiftið gav Sáru eitt gullmerki, eitt bronsumerki, tvey føroysk met og eitt spennandi summar.

Sára (2)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sára Debesardóttir setti tvey nýggj føroysk innanduramet um vikuskiftið. Her avmyndað í Gøtuborg seinasta summar. (mynd: Guttorm Sørensen)

Hugaligt var at dagføra innandurametini hjá kvinnum. Vit gremja okkum so ofta um at vit hava so fáar góðar spurtarar í Føroyum. Men í 2014 eru longu nýggj met sett á 60, 200, 400 og 800 metrum – á 60 metrum enntá tvær ferðir! Tað gongur framá!

Tað rakk ikki til heiðursmerki hjá Rúna Seloy, tá hann rann 400 m í kappingini við monnum. Og hóast hann ikki var heilt nøgdur sjálvur, rann hann seg til nýtt føroyskt met við tíðini 52,08 sek. Hann átti sjálvur gamla metið.

Fleiri heiðursmerki komu eisini í hús sunnudagin. Gunnar Sivertsen vann lættliga gull á 1.500 metrum fyri dreingir upp til 17 ár. Við 4.52,85 min legði hann einasta mótstøðumannin langt aftur um seg. Gull vann eisini Steintór Egholm úr Bragdinum, tá hann við einum sera góðum spurti vann 800 m hjá dreingjum 14 ár. Við tíðini 2.24,84 endaði hann eitt lítið hálvt sekund framman fyri næsta rennaran. Steintór hevur ikki vant eitt ár enn, og hetta var hansara fyrsta kapping uttanlands.  Tórur Mortensen, Hvirlan, leyp ikki heilt upp til sítt besta í trístøkki, men vann kortini trygt silvurmerki við 11,56 m. Tórur kappast í bókinum 16-17 ár. Rebekka Fuglø hevði ætlað at runnið eitt sindur skjótari enn 4.52,8 min á 1.500 metrum. Men ivaleyst hevur harði 800 m frá leygardegnum sett síni merki. Kortini var hetta nokk hjá Rebekku til at vinna silvur. Gullvinnari her var heimsstjørnan hjá íslendingum, Anita Hinriksdóttir, sum setti íslendskt met við 4.19,31 min.


Tórur Mortensen vann silvur í trístøkki. Men hann er kanska líka glaður fyri góða úrslitið í longdarlopi (5,45 m)  – (mynd: Hvirlan)

Steingrímur Hallsson, Bragdið, sum vann bronsu á 800 m leygardagin, endurtók sunnudagin bragdið á 400 m. Hóast hann var við í tí seina riðilinum, eydnaðist honum at renna seg til eitt samlað triðjapláss. Úrslitið gjørdist 55,27 sekund og eitt stórt persónligt met. Eins og hjá Steintóri, var hetta fyrsta kapping uttanlands hjá Niklasi Kruse úr Bragdinum. Niklas kemur úr Sundalagnum, men gongur í fótbóltsflokkinum hjá Kommunuskúlanum. Og so liggur væl fyri, at venja frælsan ítrótt í Havn eftir lokna skúlagongd. Og væl liggur fyri, tí hann vann bronsu á 400 m hjá dreingjum 15 ár. Hóast hann legði eitt sindur ov varliga fyri, kom hann niður á 61,54 sekund. Eftir tveir strævnar 3.000 metrar hetta og seinasta vikuskiftið, var ikki so nógv veiggj eftir hjá Marnari Djurhuus, tá hann sunnudagin skuldi royna seg á 1.500 metrum. Við tíðini 4.12,71 min  – 6 sekund seinni enn í fjør, tá hann setti føroyskt met –  megnaði hann tó at renna seg til eitt bronsumerki.


Niklas Kruse er nýtt spennandi navn í frælsum ítrótti. Heilt nýggjur er hann tó ikki, tí sum smádrongur vann hann hópin av stevnurenningum (mynd: Bragdið)

Føroyingarnir hava runnið nógvar aðrar góðar kappingar enn her nevndu, og nógva venjingin í vetur sær veruliga út til at hava munað. Bólkamet og persónlig met í hópatali eru sett hesar báðar dagarnar. Stórmót IR er kærkomin kapping uppá nógvar mátar, og tað er ikki so løgið, at tey trý feløgini, Bragdið, Hvirlan og Treysti, hava tikið kappingina til sín. Stórmót IR er eitt stórt ljóspuntk í einum myrkum vetri. Bæði ítróttarliga, og ikki minst sosialt er hetta næstan blivið eitt neyðugt tiltak, sum samansjóðar bæði liðfelagar og kappingarneytar.

Tað hevði nú verið stuttligt, um vit í Føroyum høvdu kappingarhøll, har vit sjálvi kundu boðið íslendingum hendan vegin til leikir.


Hetta er ikki frá para-olympisku leikunum. Nei, hetta er Tummas Napoleon Arge, sum vísti fyrimindarligan kappingaranda. Hóast brotnan arm í gipsi vildi hann sleppa at kappast. (mynd: Hvirlan)

 

0 comment
0

Related Articles