Home Altjóða luttøka Stórmót IR 2. dagur: Tvey oyl-krøv og fýra gullmerki

Stórmót IR 2. dagur: Tvey oyl-krøv og fýra gullmerki

by Hallur Holm

Var fyrri dagurin í Reykjavík góður, ja so var seinni kanska enn betri. Við dagslok vóru tveir íðkarar, ið høvdu klárað oyl-krav, fýra gull-, tvey silvur og trý bronsumerki vóru komin í hús og trý nýggj innanduramet vórðu tikin.

Størsta løtan sæð við føroyskum eygum, mundi vera tá Trygvi Laksafoss í triðju og seinastu royndini í hæddarlopi skuldi leypa 1,85 m. Hann hevði beint frammanundan tryggjað sær gullið við 1,77 m, sum hann kláraði í aðru royndini. Sum seinasti maður í kappingini, kann hann avgera næstu lophædd, og velur at leggja yvirleggjaran á 1,85 m, svarandi til oyggjaleikakravið. Hansara hægsta lop nakrantíð var annars 1,79 m! Tvær tær fyrstu royndirnar miseydnaðust, men í triðju royndini kom hann upp um. Yvirleggjarin ristist eina løtu, men varð so liggjandi í frið. Trygvi hevði bæði vunnið gull, sett eitt rimmar persónligt met og síðst, men ikki minst, megnað oyl-kravið.


Trygvi Laksafoss vann gull og kláraði oyl-kravið, sum var 1,85 m. Her kemur hann upp um 1.77.

Løtan var eisini stór, tá føðingardagsbarnið Marnar Djurhuus skuldi renna 1.500 m. Marnar er væl og virðiliga okkara besti langteinarennari, men hevur enn ikki greitt oyl-kravið á 4.09. Skuldi hann klárað tað, ja so skuldi hann eisini taka gamla metið frá Boga Lenvig, sum er 4.10. Og hetta bleiv ein góð kapping hjá Marnari, sum endaði við einum spennandi spurti, har hann tó mátti taka til takkar við silvurmerkið. Men tað mundi Marnar ikki taka so tungt, tí hetta bleiv eitt rimmarúrslit. Við 4.06,41 min. var hann trý sekund undir oyl-kravinum og fýra sekund undir føroyska metinum. So hetta bleiv eisini ein stórur (føðingar)dagur hjá Marnari.


Marnar Djurhuus kláraði OYL-kravið á 1.500m tá tað bleiv til silvur í tíðini 4.06,41 min. sum er nýtt innanduramet (mynd.Gutti)

Ein tann mest spennandi løtan á degnum var 800 metra renningin hjá gentum 14 ár. Her vóru skjótt tvær gentur, ið høvdu lagt seg klárt á odda. Og onnur var stórtalentið hjá Bragdinum Katarina Høj. Næstan alt tað seinasta umfarið vóru tær púra javnar, og lið um lið komu tær eisini móti málinum. Um mállinjuna vóru tær framvegis so javnar, at hvørki mannaeyga ella fotolinsur við 1/100 part sekundum, dugdu at skilja tær. Soleiðis endaði hendan spennandi kappingin við, at báðar vóru dømdar gullvinnarar.


Katarina Høj og íslendska gentan fóru púra javnar um málstirkuna í 800m renningini (mynd: Gutti)

Teitur Bjarnastein úr Bragdinum vann ikki færri enn trý heiðursmerki á leikunum, harav tvey úr gulli og eitt úr silvuri. Leygardagin vann hann gull á 800 metrum, og sunnudagin legði hann alt feltið langt aftur um seg í kappingini á 1.500 metrum. Heili 14 sekund fremstur var hann tá hann kom á mál. Í hesi kappingini eydnaðist Hanusi Jóhansson úr Hvirluni at vinna bronsu. Teitur var tó ikki heilt liðugur enn, tí eisini á 400 metrum vísti hann sínar dygdir og vann eitt trygt silvurmerki.


Hanus Jóhansson úr Hvirluni vann bronsu á 1.500 m hjá dreingjum 16-17 ár. (mynd: Hvirlan)

Teitur var tó ikki tann einasti, sum vann tvey gullmerki. Tað gjørdi Rebekka Fuglø eisini. Leygardagin vann hon 800 m, og sunnudagin vann hon eisini gull á 1.500, hóast hon ikki hevði tann besta dagin. Rebekka endaði dagin við 400 m, men her mátti hon taka til takar við at enda nr. 5.


Í spennandi spurtuppgerð vann Rebekka Fuglø gull í 1.500m renningini (Mynd: Gutti) 

Og so vóru tað eisini bronsumerki til tveir sera ídnar 98’arar. Tórur Mortensen úr Hvirluni legði fyri sunnumorgunin við trístøkki, har hansara fyrsta lop var hansara besta av seks lopum, 10,61 m. Hetta var næstbesta lopið í fyrsta umfarinum, og tá farið varð út á sætta umfar, lá Tórur framvegis á øðrum plássi. Men í allar seinastu royndini eydnaðist einum íslendingi at leypa longur, og stjala silvurmerkið frá Tóri, sum kortini kundi fegnast um at stíga á sigurspallin eftir einum væl uppibornum bronsumerki.


Sára Debesardóttir vann sær bronsuheiðursmerki á 400m teininum (Mynd: Gutti)

Sára Debesardóttir, Bragdið vann eisini eina bronsu sunnudagin. Hetta hendi tá hon í einari sera spennandi kapping mátti taka til takkar við triðja pláss. Tríggjar tær fremstu komu allar á mál innan fyri 7/10 sekund. Tíðin hjá Sáru var 64,95 sekund, og bert Rebekka Fuglø hevur runnið skjótari enn hetta.


Tórur Mortensen vann bronsu í trístøkki hjá Dreingjum 15 ár. (mynd: Hvirlan)

Trý nýggj føroysk innanduramet blivu eisini sett sunnudagin. Marita K. Petersen úr Hvirluni, sum tók metið í longdarlopi leygardagin var ikki heilt liðug. Bert tvey av hennara seks lopum blivu góðkend, men tað næsta rakk væl og virðiliga til nýtt føroyskt met, 9,46 m. Gamla metið, sum var 9,24 m, átti Edna Maria Debes. Eisini metið í 60 metra rimarenning reyk hendan dagin. Tað syrgdi Helgi Geyti úr Hvirluni fyri, tá hann betraði sítt egna met við nærum hálvum øðrum sekundi!! Nýggja metið er 10,54 sekund. Triðja metið hendan dagin var áður umrødda metið hjá Marnari Djurhuus, Treysti, á 1.500 m.


Marita K. Petersen eigur nú øll metini í lopi – longdarlopi, hæddarlopi og trístøkki! (mynd: Hvirlan)

Ein uppgerð frá Regin Reinert, sum dagførir øll metini hjá okkum, vísir at úti við 60 nýggj bólkamet eru sett hetta vikuskiftið. Og sum hann sigur, verður nokk seinur dagur, áðrenn so nógv mett aftur verða sett upp á so stutta tíð. Hetta tí at í fleiri førum var einki met frammanundan, og kemst hetta av, at tað er heldur nýtt at føroyskir ungdómar eru farnir at kappast inni. Men vón mín er, at feløgini halda á við at geva teirra íðkarum møguleika at kappast inni á hávetri, tí uttan slíka gularót verður myrki, kaldi og váti veturin enn longri. Tað ger heldur einki, um vit viðhvørt vísa stórabróðuri fyri vestan hvat vit megna. Og íslendingar unna okkum heilt víst tey 9 gull- 4 silvur- og 4 bronsumerkini, sum okkara íðkarar komu heim aftur við.

 

0 comment
0

Related Articles