Home Altjóða luttøka Stórmót IR – 8 gull og tvey føroysk met

Stórmót IR – 8 gull og tvey føroysk met

by Hallur Holm

Aftur í ár hava fleiri íðkarar úr Bragdinum, Hvirluni og Treysti verið til stóru innandurakappingina Stórmót IR í Reykjavík. Men ongantíð áður eru føroyingarnir komnir heim við so nógvum gullheiðursmerkjum sum í ár. At vit føroyingar hesa ársins tíð kunnu fara yvir at sigra á íslendingum, er heilt einfalt eitt bragd. Tí meðan íslendingar hava innandurahøll bæði í Reykjavík og á Hafnafirði, tøssast føroysku ungdómarnir í kræpa og myrkri stóran part av vetrinum. Men tey setast ikki aftur av teirri orsøk, og um vikuskiftið varð prógvað, at vit eiga nøkur heilt ótrúliga sterk ítróttarfólk í frælsa ítróttinum.

Heili átta gullmerki komu í hús. Ungu genturnar úr Treysti vunnu fimm, Katarina Høj úr Bragdinum vann tvær og Tórur Mortensen úr Hvirluni vann eina. Sera gleðiligt var tað, at vit í Biritu Ryan nú hava enn ein spurtara, sum kann bjóða teimum bestu av. Av teimum 35 gentunum á 60 metrum hjá gentum 13 ár, hevði Birita bestu tíðina í innleiðandi umfarinum, og setti bólkamet. Í finaluni mátti hon tó taka til takkar við silvur. Men á 200 metrum vann hon tryggan sigur við enn einum bólkameti. Og í longdarlopi vann hon enn eitt gullmerki heilar 22 cm frammanfyri nummar tvey. Hennara longsta lop var 4.56, sum eisini er bólkamet.

Eisini Katarina Høj úr Bragdinum vann tvey gullheiðursmerki. Katarina kappast í bólkinum gentur 16-17 ár. Serliga á 800 metrum gekk væl hjá henni, og við tíðini 2.16,44 var hon heili 11 sekund undan nærmasta kappingarneyta. Tíðin er so mikið góð, at hon eisini leggur seg fremst á danska styrkilistan fyr 17 ára gamlar. Úrslitið er eisini væl undir oyl-kravtíðina. Á 1.500 m var javnari. Og her mátti ein góður spurtur til at vinna. 4.52,39 er besta innanduratíð hjá Katarinu, men hon hevur runnið skjótari uttandura.


Krútsterka Katarina kom heim við tveimum gullmerkjum!

Tvey føroysk met fingu vit eisini. Á 800 metrum hjá monnum bragdaði loksins hjá Rúna Seloy, sum rann sína skjótastu tíð nakrantíð, eftir at hann setti sítt uttandura PM í 2009. Rúni kappaðist við monnunum, og endaði í harðari kapping um silvur, har hann gjørdist tann styttri. Men fegin var hann, tá hann fekk tíðina at vita. Bestu tíð nakrantíð og samstundis nýtt føroyskt met – 1.56,51 min. Gamla innandurametið átti Rúni sjálvur.

Hitt metið setti Edna Maria Debes úr Hvirluni í trístøkki. Og veruleikin er, at hon setti nýtt føroyskt met heilar fýra ferðir í somu kapping, har hon endaði sum nummar trý í kappingini hjá kvinnum. Serian hjá Ednu Mariu sá soleiðis út:  9,80 – X – 9,91 – 10,01 – 10,27 – 9,28. Marita K. Petersen átti gamla metið, sum var 9,46 m.

Tórur Mortensen úr Hvirluni er ein teirra, sum fær úrvalsstuðul frá ÍSF. Hann prógvaði um vikuskiftið, at hann er ein góð íløga. Hann vann so ruddiliga kappingina í trístøkki við næstan einum heilum metri, og var við tveimum lopum á 13,08 m, bert 22 cm frá oyl-kravinum. Í longdarlopi førdi hann kappingina líka til næstseinasta umfar. Hann endaði á triðja plássi, men við nýggjum persónligum meti á 6,25 metrar, sum bert er 5 cm frá oyl-kravinum. Sera lovandi frá einum 16 ára gomlum! Og so skulu vit ikki gloyma, at á 60 metrum hevði Tórur næstbestu innleiðandi tíð við 7,50 sek. Hann var tó ikki við í finaluni. Tórur kappast í bólkinum dreingir 17 ár.

Tað er ikki bara Katarina Høj, sum liggur ovast á donskum styrkilista. Óluva Allansdóttir Joensen úr Treysti fekk nøkur heilt framúr góð úrslit í summar bæði í spjótkasti og kúluvarpi. Spjótkast er ikki kappingargrein í Stórmót, men kappingina í kúluvarpi vann hon sera trygt. 12 ára gamla Óluva, sum kappast í gentur 13 ár, varpaði kúluna út á 11,80 metrar!

At enda vóru tað tær báðar stríðsfúsu genturnar úr Treysti, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum eisini vunnu gull. Maria á 600 m hjá gentum 13 ár. Her vann hon ein tryggan sigur við 1.46,09, sum tó kortini var eitt vet ov seint til at taka bólkametið, sum Oddvør setti í fjør. Oddvør kappast nú í gentum 14 ár, og endaði í einum sera jøvnum og spennandi endaspurti, har hon at enda dróg longra stráið. Tíðin gjørdist so góð sum 2.26,20 min, og fekk hon harvið klípt tvey sekund av bólkametinum hjá Katarinu Høj.

 
Oddvør vann gull í sera spennandi endaspurti á 800 m, meðan sigurin hjá Mariu á 600 m var rættiliga tryggur.

Steintór Egholm úr Bragdinum hevði eisini sera góð úrslit hjá dreingjum 15 ár, og vann silvur á bæði 400 og 800 metrum. Tíðirnar hjá honum vóru 55,97 á 400 og 2.16,35 á 800 m.

Tíverri vóru fleiri íðkarar, sum mistu nakrar kappingar. Flogfarið, sum skuldi fara fríggjadagin avlýsti vegna veður, so hópurin hjá Hvirluni og Bragdinum kom ikki til Reykjavíkar fyrr enn um 1-tíðina, og tá høvdu fleiri kappingar longu verið. Hetta var sera harmiligt. Hinvegin ljóðar sum øll hava havt eitt gott vikuskifti í Reykjavík, og í FÍF fegnast vit almikið um góðu gongdina, og ynskja øllum hjartaliga tillukku við úrslitunum.

Úrslitini vóru ikki bara góð, men eisini nógv, so ov drúgvt verður at nevna tey øll.

Tey síggjast her: http://46.149.29.198/motfri/SelectedCompetitionResults.aspx

(setið t.d. “bragdið” ella “hvirlan” ella “treysti” í leitiskipanina. So finna tit øll tey føroysku úrslitini.

0 comment
0

Related Articles