Home Altjóða luttøka Sum eftir ánni hjá Bjørk

Sum eftir ánni hjá Bjørk

by Hallur Holm

Fyri bara tveimum vikum síðani eydnaðist Bjørk Herup Olsen at koma undir 10 minuttir á 3.000 metrum sum fyrsta føroyska kvinna, og harvið eisini bøta um sítt gamla met frá 2010. Og nú hevur hon so aftur runnið eina megnartíð á 5.000 metrum. Hetta hendi á einari stevnu í Ohio, har Bjørk kom heilt niður á 17.12,75 min. Hetta er ein betran av hennara egna føroyska innandurameti uppá ein minutt og 23 sek! Tíðin er eisini væl skjótari enn uttandurametið, sum hon setti tá hon vann silvur á oyggjaleikunum seinasta summar. Tá rann hon 17.40,34 min, so talan er her  um eina munandi betring.

Hendan renningin hjá Bjørk leygardagin má metast at vera hennara sterkasta nakrantíð. Í øllum førum, um hugt verður eftir IAAF stigunum. Tíðin hjá henni gevur henni heili 940 stig, og er tað 1 (!) meira, enn hon fekk tann dagin hon fekk studentshúgvuna á høvdið, tá hon á sumri 2010 bleiv floygd pisa og vann FM á 10 km við 36.18 min.

At renna mið- og langteinar innandura verður vanliga mett at vera tyngri enn at renna uttandura. Tískil gevur ein slík innandurarenning fleiri stig, enn um runnið varð uttandura. Sama stigatal uttandura svarar til eitt avrik uppá 17.01 min fyri teir 5.000 metrarnar. Sjálv merkir Bjørk, at tað fer at bera til at betra tíðina nakað afturat. So nú verður spennandi, um ikki vit skjótt fáa fyrsta føroying undir 17 minuttir.

Vanliga plagar Bjørk at seta fleiri met uppá stutta tíð, tá hon er farin í gongd. So spennandi verður at fylgja henni komandi tíðina, og vit ynskja henni góða eydnu við komandi kappingum!


Hart arbeiði lønar seg. Hendan myndin er tikin á  Ólavsøku 2003 tá Bjørk vann gentur 11-13 ár. Síðani hevur Bjørk runnið so gott sum hvørja kapping hon hevur havt møguleika til.  Á skamlinum standa eisini Jenny Svabo, (t.v.) sum eisini var á ungdómslandsliðnum í 2004 og Maria Holm Lund, Ribe, sum er dóttur Borgarhjørt Holm. Í bakgrundini síggjast m.a. Bragdavenjarin Jógvan Glerfoss, og ein snøggur Biggi, klárur at fara í dans á Ólavsøku. Jú jú. Mangt er.

0 comment
0

Related Articles