Home Altjóða luttøka Súsanna Skylv silvur og føroyskt met

Í kvøld vóru tað tær báðar Bjørk Herup Olsen og Súsanna Skylv Sørensen í skuldu royna seg á 10.000m teininum. Tað var aftur í kvøld sera heitt meðan runnið bleiv.  Í tílíkum hita er tað sera trupult hjá rennarum at fáa góðar tíðir á longum teinum, og tí skuldu tær heldur renna eftir góðum plaseringum enn eftir góðum tíðum.

Í hesi kapping hevði leiðarin Niels Jákup Jakobsen vónir um heiðursmerki, tí út frá tilmeldingartíðunum, so sá tann møguleikin út til at vera góður.

susanna 10 bjork start
Startur 10.000 m kvinnur. Sum sást so vóru nógvir áskoðarar og hugdu

11 kvinnur vóru til start, og frá byrjan vóru tað skjótt 5 kvinnur í sluppu leysar frá hinum, og tað gjørdist eisini skjótt greitt at heiðursmerkini fóru at verða avgjørd millum hesar. Teirra millum vóru eisini Bjørk og Súsanna, umframt Louise Perrio frá Guernsey, Turi Malme frá Hitra og Alison Mary Campbell frá Western Isles.

susanna 10 og bjork
Súsanna og Bjørk á øðrum og triðjaplássi eftir 5.000 metrar

Tað sá sera gott út hjá Bjørk og Súsonnu. Fyrsti kilometur fór afturum eftir 3.43 min. og eftir 3.000 metrar var sama støða og urið vísti nú 11.20 min. og tað passaði fínt hjá føroyingunum. 4.000 metrar og urið vísti 15.07 min og framvegis tær fimm samlaðar. 5.000 metrar og sama støða har tær fimm vóru samlaðar og fingu eina millumtíð uppá 18.55 min.

Einastaðni millum 5 og 6.000m var Súsanna óheppin og datt, og tað gjørdi at Bjørk og Alison Mary fingu eitt lítið hol aftur til hinar, sum eisini blivu eitt sindur spjaddar. Bjørk sær ein møguleika og setir ferðina nakað upp og rundar 6.000 metrar uppá 22.40 min. og tað byrjaði nú at síggja heilt gott út hjá Bjørk.

susanna 10 bjork njj
Leingi sá tað gott út hjá Bjørk og Súsonnu og leiðarin Niels Jákup fylgdi sera spentur gongdini

Súsanna lá nú á einum fjóðraplássi, meðan Hitra kvinnan hevði mist tær fremru. Einu løtuna hevði Bjørk einar 30 metrar aftur til Alison og nakað longri aftur til Louise og Súsonnu. Eftir 7.000 metrar lá Bjørk á odda og urið vísti nú 26.30 min. Bjørk helt framvegis leiðsluna eini 2 umfar afturat, men so byrjaðu hinar tríggjar at nærkast. Við 8.000m lá Bjørk tó framvegis fremst og urið vísti nú 30.23 min. Á 22 umfari hendir so tað at tær tríggjar Louise, Alison Mary og Súsanna fara framvið Bjørk, sum rennur eitt umfar afturat, áðrenn hon bleiv heilt ússalig og tíverri mátti gevast.

Nú var tað so upp til Louise, Alison Mary og Súsonnu at gera av hvussu heiðursmerkjabýtið skuldi verða. Louise, sum vann silvur í 10.000 metur renningini á seinastu Oyggjaleikum, hevði fingið eitt gott hol aftur til hinar báðar og sá nú út til av hava mest yvirskot. Hinvegin so var onki avgjørt um annað og triðja plássið, og tey seinastu tvey umførini bleiv tað til ein harðan dyst millum Súsonnu og Alison Mary.

susanna 10 24 runda
Á næstseinasta umfari fór Súsanna framum Alison Mary og helt leiðsluna á mál

Súsanna fór framum tá tey umfør restaðu og hesa leiðslu megnaði hon at halda á mál og gjørdist sostatt silvurvinnari við tíðini 37.59,33 min. sum eisini er nýtt føroyskt met. Gamla metið setti Borgarhjørt Holm á Oyggjaleikunum á Guernsey í 2003.

Vinnari gjørdist sostatt Louise Perrio frá Guernsey við 37.53,45 min. meðan Alison Mary Campbell frá Western Isles á triðja plássi fekk tíðina 38.02,30 min.

Samanumtikið ein sera spennandi og dramatiskur 10.000 m hjá kvinnum, har Føroyar vann sítt fyrsta heiðursmerki í renning síðani leikirnar á Guernsey í 2003.

susanna 10 a mal
Súsanna kemur um málstrikuna sum nummar tvey

susanna 10-1
Súsanna var sera væl nøgd eftir renningina

 

0 comment
0

Related Articles