Home Altjóða luttøka Talentbólkurin 2010/11

Nú verður aftur farið undir regluligu venjingarlegurnar hjá talentbólkinum. Longu komandi vikuskifti verður fyrsta legan, og verður hon avgreidd norðuri í Haraldsundi. Her skulu vit gista og búleikast á gamla handskavirkinum, sum í dag stendur sum eitt stásiligt bygdarhús.

Nógv hart arbeiði er gjørt úti í feløgunum og nógvar kappingar hava verið í summar. Hetta hevur ført við sær, at fleiri ung hava megnað hørðu krøvini at vinna sær sæti í talentbólkinum. Tað er stórliga at fegnast um, at talentbólkurin komandi vetur verður størri enn hann nakrantíð áður hevur verið. Og venda vit so eygunum móti teimum, sum eru eitt sindur ov ung til talentbólkin, er lítið at ivast í, at har er nógv gott í væntu!

Spennandi uppgávur liggja fyri framman hjá talentbólkinum. Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika ferð til Pallas Spelen. Hetta er innandurakapping, sum felagið Pallas í Helsingborg skipar fyri. Væntast kann at nøkur úr talentbólkinum megna at greiða krav til oyggjaleikirnar. Við hinum verður farið til eina av stóru summarstevnunum í Svøríki.

Merkisvert er, at heilir fýra av spjótkastarunum í Hvirluni nú eru í talentbólkinum. Spjótkast verður ikki kastað innandura, so hesir kastarar verða ætlandi við á venjingarlegu uttanlands, sum Hvirlan skipar fyri.

Tað eru bert tey, ið hava klárað A-krøvini, sum sleppa við til kappingarnar uttanlands. Tað merkir, at longu nú er ov seint at kvalifisera seg til avbjóðingarnar í vetur, meðan evstamark fyri at klára A-kravið til avbjóðingarnar í summar er 8. mei.

Í ár eru Helgi Geyti og Rebekka Fuglø vaksin úr talentbólkinum, men av tí at einki veruliga skipað landsliðsarbeiði er fyri tey vaksnu, halda tey fram í talentbólkinum undir somu treytum.

Hetta eru tey, ið hava klára A-kravið:

Helgi Geyti ’93, Hvirlan.  A-krav = 42.00 Opin kapping Hvirlan 42.04, VU-Spelen 42.41 og GP B&U1 44,49

Rebekka Fuglø ’93, Treysti – 400 m (Oyl-krav 64,70) DMU-innandura 63,16

Rúni Seloy ’94, Bragdið – 100 m, 200 m, 400 m, 800 m, 1000 m, og 1500 m

Trygvi Laksafoss ’94, Hvirlan – Hæddarlop (A-krav 166 cm) Opin kapping Hvirlan 170 cm

Regin Joensen ’95, Bragdið – 800 m (A-krav 2.12.00) Tårnby Games 2.11.89

Hanus Bergsson ’95 Hvirlan – Spjótkast (A-krav 40,00 m) FM-Ung 43,16 m

Marnar Djurhuus ’95, Treysti – 800 m (A-krav 2.12.00) VU-spelen 2.04,51  1500 m (A-krav 4.35.00) DM-Ung 4.24,38

Dánjal Jákup Niclasen ’95, Bragdið – 100 m (A-krav 12,5 sek) Tórsh. 20/6 11,97  400 m (A-krav 57,00 sek) Tórsh. 20/6 54,21

Elsa Berg ’96, Bragdið – 200 m (A-krav 29,30 sek) Reykjavík 29,03 400 m (A-krav 67,00)  Tórsh. 20/6 66,09 sek 800 m (A-krav 2.35.00) Jatnatøk 2.34.1

Marita Petersen ’98 – Spjótkast (A-krav 22,00) Tórsh. 16/5 24,79 m

Sára Debesardóttir ’98, Bragdið – 200 m (A-krav 31,00) Tårnby Games 30,77

Og hesi hava klárað B-kravið:

Hans Jacobsen ’94, Bragdið – 400 m (A-krav 55,75, B-krav 57,00) FM-Ung 55,93

Hallur Simonsen ’95, Hvirlan – Diskos (B-krav 32,50) FM-Ung 33,13

Fríði Hammer ’96, Bragdið – 100 m (A-krav 13,00, B-krav 13,75) GPBU1 13,25

 Teitur Bjarnastein ’97, Bragdið – 80 m (A-krav 11,25, B-krav 11,50) Tårnby Games 11,27 + 300 m, 600 m og 1000 m.

Steingrímur Hallsson ’97, Bragdið – Kúlustoyt (A-krav 9,50, B-krav 9,00) FM-Ung 9,03 + 300 m, 600 m og 1000 m.

Hildur Poulsen ’97, Bragdið – 80 m (B-krav 12,10) Tårnby Games 12,01 sek


Her er talentbólkurin avmyndaður í Gøteborg summarið 2010

0 comment
0

Related Articles