Home Altjóða luttøka Talentbólkurin fer til VU-Spelen

Talentbólkurin fer til VU-Spelen

by Hallur Holm

So er avgerðin langt um leingi tikin, um at talentbólkurin fer til Gøtuborg í summar, har vit fara at verða partur av størstu norðurlendsku kappingini í frælsum ítrótti. Kappingin byrjar fríggjadagin 8. juli og heldur fram leygar- og sunnudagin 9. og 10. juli. Vit fara úr Føroyum hósdagin 7. juli, og vera aftur mánadagin 11. juli.

Tað verða tey, sum hava klárað eitt av A-krøvunum til talentbólkin, sum sleppa við. Kravið skal vera klárað í inniverandi kappingarári, sum byrjaði 1. oktober 2010. Seinasta freist at klára eitt av krøvunum, verður seinasta vikuskifti í hesum mánaðinum. 1. umfar av Grand Prix fyri børn og ung verður mánadagin 23. mei. Fyri tey, ið tá framvegis ynskja eina seinastu roynd, hava vit venjingarlegu við úttøkukapping 28. og 29. mei. Tær kappingargreinarnar verða eftir egnum ynski.

Tit frætta ein av fyrstu døgunum, frá leiðarunum í talentbólkinum.


Talentbólkurin var stórur í Gøtuborg seinasta summar. Her sita tey so fitt við Gøtaålven.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 13.05.11 - 07:51

Kom av misgáum at skriva, at GP1 verður 23. juli….havi nú rætta tað til 23. mei!!

Hallur

Comments are closed.