Talentbólkurin í Gøtuborg til VU-Spelen

Skrivað hevur

Eftir drúgvar venjingar gjøgnum allan veturin og fram til nú, varð stundin loksins komin, at talenbólkurin fór út um landoddarnar at vísi mátt sín og megi. Leiðin gekk fyrst til Aalborg og Frederikshavn, áðrenn ferjan sigldi okkum seinasta teinin til Gøtuborg. Hetta gjørdist ein langur og drúgvur ferðingadagur, so tað var farið beint í song, tá vit seint á kvøldið komu á Hotel Villan, sum liggur við Gøtaelvan.

Við á ferðini eru Helgi Geyti, Trygvi Laksafoss og Marita K. Petersen úr Hvirluni, Bjørk Herup Olsen, Rúni Seloy, Dánjal Jákup Niclasen, Regin Joensen, Elsa Berg og Sára Debesardóttir úr Bragdinum og Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus úr Treysti. Tað eru Guttorm Sørensen og Hallur Holm, sum eru leiðarar á túrinum. Afturat teimum eru eisini Heri Ziska og Debes Christiansen, sum umboða havnarfeløgini bæði.


Hópurin hevur stillað upp á einum akkeri á Eriksberg

Longu fríggjamorgunin skuldi  spjótkastarin Helgi Geyti kappast (dreingir 17). Helgi hevur ment seg nógv hetta seinasta árið, og fyrr í ár hevur hann kastað omanfyri 44 metrar við 700 gr. spjótinum. Ætlanin við hesi kappingini var at byggja víðari á ta støðugu menningina, sum hevur verið. Fyrsta kastið var tó eitt sindur miseydnað, men í øðrum kasti fór spjótið út á góðar 42 metrar. Hetta var tó ikki nøktandi fyri Helga, sum í triðju royndini gjørdi alt fyri at røkka finaluni. Hetta eydnaðist tó ikki, og Helgi var tí standandi á 42, 41 m og rakk hetta til eitt 20. pláss av teimum 29 luttakarunum. Lítið er tó at ivast í, at Helgi í komandi tíðum fer at bøta væl um sítt bólkamet.

 
Helgi Geyti kastar spjót

Hin Hvirlu-drongurin, Trygvi Laksafoss, er komin í talentbólkin sum hæddarloypari. Men fríggjadagin var tað longdarlop, sum var á skránni. Ikki ein grein Trygvi er so vanur við at kappast í, men mótinum bilti einki. Tí longu í fyrstu royndini reyk hann út á 5,69 metrar og betraði harvið sítt persónliga met við umleið 40 sentimetrum! 38 luttakarar vóru við í hesi kapping, so tað gekk umleið ein hálvur tími millum lopini. Um tað var orsøkin til at næsta lopið miseydnaðist er ilt at siga, men í øllum førum var triðja og seinasta lopið rættiliga gott og eisini væl omanfyri gamla persónliga metið. Trygvi var sjálvandi væl nøgdur við so stórt framstig, og at tað samstundis var nýtt bólkamet hjá dreingjum 16, gjørdi ikki dagin verri.

   
1. lopið hjá Trygva Laksafoss eydnaðist væl.                                                
 
Tríggir miðteinar skuldu rennast í gjár. Fyrst var tað Sára Debesardóttir, sum skuldi renna 600 m  við gentum 12 ár. Men ólukkutíð fyri Sáru, hevur ein skaði darvað henni nógv í seinastuni. Og í gjár var so ringt, at hon undir upphitingini avgørdi at melda seg úr kappingini.

Síðani vóru tað gentur 14 ár og Elsa Berg sum skuldi kappast á 800 m. Elsa rann væl í Íslandi í januar mánaði (2.34) men til Tårnby Games seint í Vár, gekk minni væl. Tá kom hon á mál við 2.39. Og tað var serliga hetta úrslitið, sum skuldi vaskast av. Elsa kom at renna við í tí næstskjótasta riðilinum, og kom at liggja væl fyri á 3.- 4. plássi. Tá fyrra umfar er runnið, kemur hon heilt upp til tær fremstu og strýkur síðani fram við teimum. Hetta sá gott út. Men eitt sindur mundi Elsa hava yvirmett orkuna, tí løtu seinni komu báðar tær fyrrnevndu og ein triðja genta fram um hana aftur. Nú vóru 200 metrar eftir og endaspurturin stóð fyri framman. Elsa kempaði alt hon orkaði inn á málið, og bleiv nr. 4 í  riðilinum við nýggjum persónligum meti (2.33.15) Samanlagt rakk hetta til eitt pláss nr. 15 av teimum 45 luttakarunum, og tað má sigast at vera sera flott av Elsu, sum satsar meira uppá spurtteinar.


Elsa Berg setti persónligt met á 800 metrum

Ein av okkara mest royndu ungdómsrennarum er 16 ára gamli Rúni Seloy. Í gjár skuldi hann renna  800 m við dreingjum 17 ár. Sum vanligt legði Rúni út sum eitt óløgi, og longu á 200 m sá tað út sum at Rúni hevði hug at  skræða seg leysan frá feltinum. Men tað bleiv skjótt tætt aftur, og onkur var sum ætlaði sær fram um. Men Rúni noktaði at víkja sítt pláss sum førarahundur og helt tørn heilt fram til 600 m. Nú fór at merkjast, hvør tað var, sum hevði drigið tað tungu byrðuna, og beinini á Rúna tóktust tyngri enn tey onkuntíð hava gjørt. Hóast Rúni kempaði sum ein førarahundur, fekk hann ikki ferð á seinastu 100 metrarnar, og endin  var, at Rúni gjørdist nr. 5. Men hetta var eisini tann skjótasti riðilin við teimum bestu rennarunum. Samanlagt bleiv Rúni eisini nr. 5 av teimum 55 luttakarunum. Tíðin gjørdist 1.5811, og er tað besta tíðin hjá honum í ár. Persónliga metið hjá Rúna er annars 1.56.73.

 
Rúni Seloy legði harðliga til brots
 
Rúni Seloy á hálvari leið og eftir kappingina

Síðani var tað 12 ára gamla Marita K. Petersen, sum skuldi royna seg í kúlustoyti. Og væl gekk í hond. Longu í fyrstu royndini megnaði hon at seta persónligt met, tá hon stoytti 7,82 metrar. Hetta bleiv eisini hennara besta kast og tað rakk til eitt 20. pláss av 28 luttakarum umframt nýtt føroyskt bólkamet. Marita hevur annast sína størstu styrki í spjótkasti, og tann kappingin verður seinnapartin í dag.

  
Marita K. Petersen setti bólkamet í kúlustoyti

Okkara seinasta kapping var í gjárkvøldið, tá Bjørk Herup Olsen rann 3.000 m fyri kvinnur. Leingi hevur Bjørk ætlað sær undir teir 10 minuttirnar, og í dag skuldi tað so verða. Fleiri av teimum hon skuldi renna ímóti høvdu tilmeldingartíðir, sum lógu beint undir 10 minuttir, so tað passaði bara heilt væl. Ferðin fyrstu umførini var eisini júst sum hon skuldi vera. Heilt fram móti 2.000 metrum sá tað út til at fara at eydnast. Men so kom stígur í og á tveimum teimum næstu umførunum ruku dýrabar sekund fyri borð. Hóast Bjørk menti seg væl aftur og rann ein frálíkan endaspurt, eydnaðist henni ikki at bróta 10 min markið á hesum sinni. Men tað kann neyvan fara at vara leingi afturat! Úrslitið hesaferð var 10.05,86 og er tað nýtt persónligt met, bólkamet og føroyskt met fyri kvinnur! So hetta var vorðið sum plástur á sárið! Bjørk hevur annars runnið 10.02 innandura.

 
  
Bjørk Herup Olsen setir her føroyskt met á 3.000 m hjá kvinnum.
 
Leygardagin skulu øll 11 kappast. Byrjað verður frá morgunstundini og hildið fram til nátturðatíð. Fylgið við her á síðuni, har eisini myndir fara at verða lagdar út.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*