Home Altjóða luttøka Talentbólkurin skal prógva sítt virði til DN Galan Youth

Talentbólkurin skal prógva sítt virði til DN Galan Youth

by Hallur Holm

Tíðliga seinasta sunnumorgun fór talentbólkurin hjá FÍF við leiðarum til Stokkhólm við nýggju rutuni hjá Atlantic Airways. Ferðalagið støðgar eina viku, og hesa vikuna verður bæði venjing og kapping. Týskvøldið beiðst harumframt høvi at hyggja eftir DN Galan, sum er ein altjóða IAAF Grand Prix kapping, við einari rúgvu av heimsstjørnum innan frælsan ítrótt, og hóast tað “bert” var líka við at okkurt heimsmetið varð sett, sóu vit tó fýra breytarmet á Gamla Olympiska Stadion falla.

DN Galan Youth hevur metluttøku í ár við nærum 1.000 luttakarum úr 12 londum. Hesir luttakararnir eru tilmeldaðir til fleiri enn 2.000 startir.

Annars høvdu vit longu fyrstu venjing sunnukvøldið, og sigast má, at 400 m intervallini hjá Regini, Jan Elmari og Rebekku avgjørt boða frá onkrum persónligum meti. Bjørk og Rannvá tóku sær av løttum hetta kvøldið, av tí at tær høvdu havt intervalvenjing leygardagin. Mánakvøldið runnu vit í skógini. Eftir eina lætta upphiting, runnu vit 5 ferðir í ein minutt vid javnt høgari ferð. Seinni mánakvøldið fóru leiðararnir aftur til Arlanda flogvøllin, har vit skuldu avheinta Rúna, sum kom seinni vegna fótbóltskapping í Aberdeen á U-15 landsliðnum. Týsdagurin var rennifríur. Tó slapp Rúni, saman við leiðarunum, út at jogga tey fóbóltsstívu beinini frísk.

Mikudagin og hósdagin verða so kappingarnar hjá okkum. Allir okkara luttakarar hava eina kapping hvønn dagin. Samlað yvirlit við skránni hjá okkara rennarum og leinkja til beinleiðis internet sjónvarp frá sjálvum kappingunum er at finna undir yvirskriftini “Kappingarskrá DN Galan Youth” á forsíðuni.

Ferðalagið kemur heimaftur 27. juli, og verða ongar seinkingar í flogferðsluni, verða vit øll við í Ólavssøkurenningini hetta kvøldið.

0 comment
0

Related Articles