Tíðliga hósmorgunin fór ein stórur hópur av ungdómsíðkarum hjá FÍF av landinum við kós móti Svøríki. Talan er um talentliðið hjá FÍF, sum saman við leiðarunum vóru 18 í tali. Hetta er níggjunda summarið út av tíggju teimum seinastu, at FÍF sendir ein ungdómshóp út um landoddarnar at kappast.
Hetta er eisini væl tann størsti hópurin, sum nakrantíð er farin. Hetta hóast krøvini at sleppa við, eru alsamt herd, og hóast føroyski spurtkongurin Rói Holgarsson vegna skaða mátti geva avboð í tólvta tíma.
Hetta er fjórðu ferð, at talentbólkurin fer til VU-Spelen í Gøtuborg. Fyrru ferðirnar vóru í 2005 og 2006, og so aftur seinasta summar. Hetta er størsta kapping av sínum slagi í Norðurlondum, ja kanska Norðueuropa eisini. Millum 3 og 4.000 íðkarar hava boðað frá meira enn 7.000 startum. Kappingarnar byrja fríggjamorgunin, og halda á til seint sunnukvøldið.
Við so mongum íðkarum sigur tað seg sjálvt, at støðið eisini er har eftir. Bæði hjá teimum vaksnu og í ungdómskappingunum er støðið ómetaliga høgt, og okkara luttakarar fara verulia at fáa seg royndar. Bara fyri at enda í ovaru hálvu av alinlongu startlistunum í teimum ymisku kappingunum, skulu okkara vera tíðliga uppi, langt frammi í skógnum, hava tunguna mitt í munninum, bíta saman tenn og geva alt tey eiga.
Vit fara her á síðuni hvørt kvøld at tríva í kappingarnar, sum okkara fólk hava verið við í, og í stuttum greiða frá, hvussu hevur gingið.
Hópurin avmyndaður uttanfyri vallaraheimið har tey búgva í vikuskiftinum.
Standandi fv: Gutti, Rúni, Heri, Trygvi, Steingrímur, Marnar, Hanus, Regin, Daniel, Rebekka, Hans, Elsa og Hallur
Húkandi fv: Marita, Katarina, Tinna og Karin
Skráin hjá teimum sær soleiðis út:
Fríggjadagin 8. juli 2011 | |||
10:30 | Hanus Bergsson | Spót (36) | Dreingir 17 |
11:00 | Marita K. Petersen | 60 m hekk (6 innl. Riðlar) | Gentur 13 |
12:50 | Marita K. Petersen | 60 m hekk finala | Gentur 13 |
13:20 | Katarina Høj | 600 m (3 riðlar) | Gentur 12 |
13:20 | Karin Holm Simonsen | 600 m (3 riðlar) | Gentur 12 |
14:10 | Trygvi Laksafoss | Longdarlop (38) | Dreingir 17 |
14:50 | Regin Joensen | 800 m (5 riðlar) | Dreingir 17 |
14:50 | Rúni Seloy | 800 m (5 riðlar) | Dreingir 17 |
14:50 | Hans Jacobsen | 800 m (5 riðlar) | Dreingir 17 |
15:15 | Elsa Berg | 800 m (4 riðlar) | Gentur 15 |
17:15 | Marita K. Petersen | Spjót (35) | Gentur 13 |
Leygardagin 9. juli 2011 | |||
09:10 | Tinna Berg Jørgensen | 80 m (7 innl. Riðlar á útsíðu!) | Gentur 12 |
10:15 | Marita K. Petersen | 80 m (10 innl. Riðlar á útsíðu!) | Gentur 13 |
10:30 | Trygvi Laksafoss | 100 m (6 innl. Riðlar) | Dreingir 17 |
14:00 | Trygvi Laksafoss | 100 m (A+B finala) | Dreingir 17 |
14:15 | Tinna Berg Jørgensen | 80 m (A+B finala á útsíðu!) | Gentur 12 |
14:35 | Marita K. Petersen | 80 m (A+B finala á útsíðu!) | Gentur 13 |
15:20 | Katarina Høj | 1.500 m (2 riðlar) | Gentur 13 |
16:25 | Daniel Djurhuus Rein | Longdarlop (42) | Menn |
16:25 | Marnar Djurhuus | 1.500 m (2 riðlar) | Dreingir 17 |
17:30 | Steingrímur Hallsson | 800 m (3 riðlar) | Dreingir 14 |
17:50 | Hanus Bergsson | Kúla (21) | Dreingir 16 |
17:50 | Hallur Simonsen | Kúla (21) | Dreingir 16 |
18:10 | Steingrímur Hallsson | Spjót (24) | Dreingir 14 |
18:35 | Rebekka Fuglø | 400 m (4 riðlar) | Gentur 19 |
19:05 | Hans Jacobsen | 400 m (6 riðlar) | Dreingir 17 |
19:05 | Regin Joensen | 400 m (6 riðlar) | Dreingir 17 |
19:05 | Rúni Seloy | 400 m (6 riðlar) | Dreingir 17 |
Sunnudagin 10. juli 2011 | |||
09:00 | Tinna B. Jørgensen | Longdarlop 2 (78) / 2 | Gentur 12 |
09:00 | Hallur Simonsen | Diskos (20) | Dreingir 17 |
09:40 | Marita K. Petersen | Kúla (53) | Gentur 13 |
11:00 | Elsa Berg | 300 m (10 riðlar) | Gentur 15 |
13:15 | Hans Jacobsen | 200 m (5 innl. Riðlar) | Dreingir 17 |
13:30 | Marita K. Petersen | Longdarlop 2 (103) /2 | Gentur 13 |
13:50 | Regin Joensen | 200 m (6 innl. Riðlar) | Dreingir 16 |
14:30 | Rebekka Fuglø | 200 m (7 innl. Riðlar | Gentur 19 |
14:50 | Trygvi Laksafoss | Trístøkk (13) | Dreingir 17 |
15:35 | Heri Ziska | Diskos (14) | Menn |
15:35 | Daniel Djurhuus Rein | 200 m (8 innl. Riðlar) | Menn |
16:15 | Tinna B. Jørgensen | 200 m (6 riðlar) | Gentur 12 |
16:15 | Katarina Høj | 200 m (6 riðlar) | Gentur 12 |
16:15 | Karin Holm Simonsen | 200 m (6 riðlar) | Gentur 12 |
16:30 | Trygvi Laksafoss | Hæddarlop (18) | Dreingir 17 |
16:40 | Marita K. Petersen | 200 m (8 riðlar) | Gentur 13 |
17:10 | Regin Joensen | 200 m finala | Dreingir 16 |
17:30 | Hans Jacobsen | 200 m finala | Dreingir 17 |
17:35 | Rebekka Fuglø | 200 m finala | Gentur 19 |
18:10 | Marnar Djurhuus | 3000 m (2 riðlar) | Dreingir 17 |
18:55 | Steingrímur Hallsson | 2000 m (2 riðlar) | Dreingir 15 |
19:40 | Rebekka Fuglø | 800 m (3 riðlar) | Gentur 19 |
4 comments
Góðan túr til tykkum øll, og alt tað besta í kappingunum. Spennandi at síggja úrslitini.
Yngsti maður er tann størsti maðurin:-)
Góð mynd:-)
Vh
Fríðrikur
Hey tit,
Eg ynski tykkum alt tað besta, koyrið á!! Tað verður spennandi at fylgja við, eg gleði meg at lesa um tykkum øll somul!! Hugni tykkum eisini, og tit gentur, verið nú fittar við Rebekkuna, hehe :p
Heilsan Bjørk
Fantastiska gott arbeiði, tit gera. Góða eydnu við kappingunum – og haldið okkum kunnaði um gongdina. Hoyrdi Katarina rann 600 í fantastiskar tíð – og enntá vann bronsu. Tað er ikki smávegis í hasum fína selskapinum. So er støði líkasum lagt. Flott. Hugni tykkum. Vóni, Tinna fær ein fínan føðingardag 🙂
Góðu tit øll!
Spennandi er at fylgja við tykkum. Til lukku Katarina við bronsuni – óført!. Vit bíða í spenningi eftir fleiri úrslitum.
Til lukku við føðingardegnum Tinna!
Koyrið á Føroyar!!!
Heilsan
Ingilín og Jákup Símun
Comments are closed.