Home Altjóða luttøka Teresa heim við føroyskum meti

Teresa heim við føroyskum meti

by Hallur Holm

Í kvøld kemur stóri hópurin av Bragdaríðkarum heim aftur úr Danmark, har tey hava verið til Tårnby Games. Hetta er afturvendandi tiltak hjá Bragdinum, og aftur í ár var hópurin stórur av bæði íðkarum og øðrum.

Góð úrslit hava tey altíð við sær heimaftur, og hesuferð eydnaðist eisini at koma heim við einum føroyskum meti. Tað var Teresa Bláhamar, sum setti nýtt føroyskt met í hæddarlopi, tá hon leyp 1,50 m og vann bronsu fyri gentur 16-17 ár. Sostatt tók hon tvey ára gamla metið hjá Ednu Mariu Debes, sum var 1,48 m.

Teresa hæddarlop Tårnby
Teresa er í stórari menning, og spennandi verður at fylgja henni í komandi tíðum. (mynd: Bragdið?

Teresa hevur vant frælsan ítrótt síðani hon var smágenta, men hevur ofta staðið í skugganum á sínum javnaldrum. Í fjør summar byrjaði tó veruliga at bragda við hennara úrslitum, og gjøgnum allan veturin hevur framgongd verið at hóma. Umframt at seta føroyskt met fyri kvinnur í hæddarlopi, megnaði Teresa eisini at seta sterk persónlig met í bæði 100 og 200 metra renning umframt í longdarlopi.

Føroysku lopmetini batna alsamt. Fyrr í vár, á kapping á Tórsbreyt 15. apríl, fingu vit eisini nýtt met í longdarlopi. Tað var oyggjaleikaumboð okkara Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum kom út á 4,91 metrar, og harvið betraði sítt føroyska met við seks sentimetrum.

Longu 24. apríl setti Margit enn eitt met. Hesuferð á 300 metrum, tá hon í kuldanum hendan dagin rann 42,45 sekund og tók sítt egna met.

Margit 100m
Margit eigur føroysk met í bæði lopi og spurti

Øll úrslitini frá Tårnby Games síggjas her

 

0 comment
0

Related Articles