Home Altjóða luttøka Top Run – Viðareiðisrenning – DM-U

Top Run – Viðareiðisrenning – DM-U

by Hallur Holm

Aftur hetta vikuskiftið verður hendingaríkt hjá frælsa ítróttinum.

Top Run

Aftur í ár skipar Ítróttarfelagið í Mjørkadali fyri árligu Top Run kappingini úr Kollfjarðadali niðan á Sornfelli. Ein “stuttlig”, spennandi og krevjandi kapping til tey, ið vilja royna okkurt øðrvísi og meira avbjóðandi.

Kappingin byrjar leygardagin kl. 15.00 og er ókeypis. Enn ber til at melda seg til kappingina, men skal hetta gerast við startin millum kl. 14 og 14.30. Byrjað verður við EFFO-støðina í Kollfjarðadali 75 metrar yvir vatnskorpuni og síðani eru tað 9,8 km mótbrekka niðan á Sornfelli, sum er 680 metrar yvir vatnskorpuni.


Frá Top Run 2005. Sigurð Justinussen hevur júst sett galdandi rutumet, sum er 45.02 min. Myndin lænt frá MIF

Les alt um Top Run á www.mif.fo

Viðareiðisrenningin

Tað fer næstan ikki vikuskifti fram við, uttan at Treysti hevur eitt hvørt á skránni. Hetta vikuskiftið skipa tey fyri Viðareiðisrenningini sjeynda árið á rað. Renningin er skipað á nakað sama hátt sum vanligu stevnurenningarnar, men við eitt sindur øðrvísi samansettum aldursbólkum.

Les meira um Viðareiðisrenningina á www.treysti.fo


Frá Viðareiðisrenningini í fjør. Mynd lænt frá Treysti.

DM Ung

Seinasta vikuskiftið høvdu vit FM fyri ung á Tórsbreyt. Hetta vikuskiftið eru tað danir, sum skipa fyri DM fyri ung. Treysti hevur sent teirra størstu profilar niður til hesa kapping, og vónandi fer okkurt heiðursmerki at spyrjast burturúr. Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus kunnu ikki umboða Treysti ella Føroyar í slíkari kapping, og renna tey tí í grønum blusum umboðandi Vejle Atletikforening. Skráin hjá teimum sær soleiðis út:

  • Leygardagin kl. 13.20: Marnar Djurhuus, 1.500 metrar
  • Leygardagin kl. 14.00: Rebekka Fuglø, 1.500 metrar
  • Sunnudagin kl. 10.20: Rebekka Fuglø, 800 metrar
  • Sunnudagin kl. 15.50: Marnar Djurhuus, 5.000 metrar

Aftur næsta vikuskifti er rokandi fult av frælsum ítrótti við finaluni í barna- og ungdómsgrandprixnum og Tórshavn Maraton. Harafturat er boðað frá føroyskari luttøku í DM fyri veteranar. Meira um alt hetta í næstu viku.

0 comment
0

Related Articles