Home Altjóða luttøka Tórur á dansk/íslendska landsliðið

Tórur á dansk/íslendska landsliðið

by Hallur Holm

Tórur Mortensen hevur havt eitt framúr kappingarár higartil í 2015. Ikki fyltur 17 enn, er hann blivin nummar tvey til bæði íslendska og danska meistaraheitið fyri menn! Og seinasta leygardag vann hann DM fyri dreingir 16-17 ár. Sterku úrslit Tórar geva nú afturljóð. Hann er nevnliga valdur at umboða danska/íslendska liðið, sum skal kappast móti Noregi, Finlandi og Svøríki í U20 landsliðsdysti, har tveir íðkarar frá hvørjum landi skulu vera í hvørjari kappingargrein. Noreg, Finland og Svøríki eru so mikið sterkar tjóðir í frælsum ítrótti, at hóast Danmark og Ísland manna felags lið, plagar tað liðið kortini at enda aftast bæði hjá monnum og kvinnum.

Tórur DMU
Alt bendir á, at framgongdin hjá Tóri fer at halda á fram komandi ár (mynd: Hvirlan)

At Tórur hevur fingið hendan møguleikan sigur nógv um hansara styrki, tí hann er væl yngri enn mótstøðumenninir. Væntast kann tó ikki, at Tórur ger nakað serligt við eldru mótstøðumenninar, men eitt lítið persónligt met hevði nú verið stuttligt at fingið. Nú Tórur kappast í Finlandi hetta vikuskiftið, sleppa vit onnur ikki at uppliva hansara lopstyrki á Tórsbreyt um vikuskiftið, har FM verður hildið.

Tórur er ikki fyrsti føroyingur, sum er komin á dansk/íslendska landsliðið. Bjørk Herup Olsen var eisini við sum bæði 16 og 17 ára gomul tá hon rann 3.000 m. Hon var eisini boðin við triðju ferð í 2010, men tá var hon flutt handan hav, og lá tí ikki fyri hjá henni.

Spennandi verður, nær næsti føroyingur fær hetta tilboðið. Kravið er í øllum førum, at tú skalt vera nr. 1 ella 2 í bæði Danmark og Íslandi tilsamans, so tað krevur eitt sindur.

Lesið annars grein á www.hvirlan.fo har venjarin hjá Tóri, Heri Ziska, skrivar um úttøkuna.

 

 

0 comment
0

Related Articles