Home Altjóða luttøka Tórur Danmarksmeistari í trístøkk!

Tórur Danmarksmeistari í trístøkk!

by Jórunn Gudmundsen

Portal.fo skrivar soleiðis:

Føroyski atleturin Tórur Mortensen vann um vikuskiftið innandura-danmarksmeistaraheitið í trístøkk við føroyskum meti. Úrslitið kom ikki óvæntað, tí Tórur Mortensen hevur vunnið allar tríggjar kappingarnar innandura, sum hann hevur luttikið í, í ár. Hann var tí favorittur at ogna sær gullið, skrivar heimasíðan hjá ítróttafelagnum Hvirluni.

Teir 15,37 metrarnir, hann leyp í fimta umfari, var næstan ein heilan metur longri enn besta lopið hjá tí, ið gjørdist nummar tvey. Tórur vann sostatt ein tryggan sigur og gjørdist sostatt danskur meistari fyri aðru fer. Øll norðurlond hava nú havt síni meistaraheitir unnandura, og staðfestast kann, at Tórur liggur á sjeynda plássi á norðurlendska avrikslistanum. Framman fyri hann eru fýra sviar og tveir finnar.

Les greinina á portalinum her: https://portal.fo/roysni-39168/torur-danmarksmeistari-vid-foroyskum-meti-i-tristokk.grein?fbclid=IwAR0L_X5xdDVDPLtzQ-T2q0_F-9sQ4i6Od7VBYcz9yaMPYzDSVLh202GgoeA

0 comment
0

Related Articles