Home Altjóða luttøka Tórur DM-vinnari!! – og Rebekka bronsuvinnari!!

Tórur DM-vinnari!! – og Rebekka bronsuvinnari!!

by Hallur Holm

Hetta gjørdist eitt av teimum heilt stóru vikuskiftunum hjá frælsum ítrótti. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein føroyingur vunnið eitt DM-heiti fyri einstaklingar. Hetta hendi í dag, tá Tórur Mortensen vann stórsigur í trístøkkskappingini, tá DM innandura var hildið í Sparbank Arena í Skive um vikuskiftið.

Tórur DM vinnari1
Tórur gevur alt sum hann eigur (mynd: Gunnar Sørensen, Skive)

Við 13,67 m legði Tórur seg á odda longu í fyrsta umfarinum. Og har var hann eisini tryggur, tá hann longu varð kosin vinnari áðrenn dagsins seinasta lop. Her vísti Tórur veruliga styrki, tí nú leyp hann heilar 14,39 metrar, bara 6 sentimetrar styttri enn føroyska metið, sum hann sjálvur setti í Íslandi fyri trimum vikum síðani.

Sostatt gørdist Tórur fyrsti føroyski DM vinnari fyri einstaklingar, hálvan annan metur framman fyri besta danskaran! Hesa ársins tíð hevur ligið sera illa fyri at venja, og er tað einki at siga til, tí føroyski veturin hóskar stak illa til teknisku kappingargreinarnar. At úrslit Tórar kortini eru á so høgum stigi, vitnar bara um, at enn meira er í væntu. Venjari hansara, Heri Ziska, sigur at tað bert er ein spurningur um tíð, innan Tórur eisini brýtur 15 metra markið.

Dansk Atletikforbund skrivar á heimusíðuni:
Historisk guld til Færøerne
17-årige Torúr Mortensen skrev historie, da han vandt mændenes trespring med 14.39 meter. Det er første gang, at en atlet fra Færøerne vinder DM-guld. Det spændende talent bor og træner i Torshavn, men repræsenterer ved danske stævner Aarhus 1900.

Tórur DM vinnari2
Og fyrsta DM-heitið fyri vaksin var í pottinum hjá Tóri og hjá okkum øllum (mynd: Gunnar Sørensen, Skive)

Leygardagin var Tórur við í kappingini í longdarlopi. Her eydnaðist tað honum at seta eitt stórt innandura persónligt met við 6,50 metrum. Hetta er júst ein sentimetur longur enn hann leyp uttandura í summar, og sum var hansara allarlongsta lop inntil í gjár. Úrslitið rakk til fimta pláss.

Í gjár var tað Rebekka Fuglø, sum leyp hvøkk á alt og øll, tá hon skar heili sjey sekund av egnum meti á 1.500 metrum. Við eini miðalferð oman fyri 20 km/t rakk tíðin eisini til eitt væl uppiborið bronsumerki. Hetta eftir leingi at hava ligið á fjórða. 4.29,60 gjørdist tíðin hjá Rebekku. Bert tríggjar danskar kvinnur hava runnið skjótari í vetur.

Hyggja vit eftir IAAF- stigum fyri avrikið, er hetta tað næststerkasta úrslitið yvirhøvur av føroyingi. Avrikið gevur 998 stig, og tað er bert maratontíðin hjá Marnu Egholm, sum er betri.

800 meter
So er gjørt klárt til tær seks, sum høvdu vunnið sær sæti í 800 metra finaluni. Rebekka rennur í grønu Vejle-blusuni (mynd: Gunnar Sørensen)

Aftaná 1.500 m finaluna í gjár, slapp Rebekka bert at hvíla í góðar tríggjar tímar innan hon skuldi renna innleiðandi umfarið á 800 metrum. Støðið í danskari miðteinarenning er sera høgt fyri tíðina, og fleiri heilt sterkir rennarar vóru við. Kortini eydnaðist tað Rebekku at renna seg trygt í finaluna við at vinna sín innleiðandi riðil. Hetta gjørdi hon m.a. við at basa danmarkarmeistaranum frá í fjør. Tíðin innleiðandi var so góð sum 2.14,55 min, sum bert er nakrar 1/10 sek frá hennara egna feska meti.

Rebekka DM 800-1
Rebekka kýtir seg fyri at fylgja teimum fremstu (mynd: Gunnar Sørensen)

Finalan varð ikki runnin sum Rebekka hevði roknað við. Fyrstu umførini vóru í seinna lagi, og Rebekka aftraði seg við at yvirhála, tí at vandin fyri at fáa eitt langt sving í geil 2-3 er stórur. Fyrstu 400 metrarnir vórðu afturumlagdir uppá 68 sekund, sum helst skuldi verið um 3-4 sekund skjótari, um Rebekka skal renna optimalt. Tvey tey seinnu umførini fór ferðin nógv upp aftur. Rebekka royndi at fylgja við trimum teimum fremstu, men misti tær móti endanum. Hon helt kortini javnt høga ferð, og varðveitt sítt trygga fjórðapláss.

So væl varð runnið, at tá tíðin varð kungjørd, kundi staðfestast, at Rebekka hevði sett enn eitt føroyskt met. Tíðin gjørdist 2.13,70 min – 2 sekund frá DM vinnaranum. Lítil ivi er tó um, at Rebekka við frískum beinum og optimalari renning kann forseta sína herferð eftir føroyskum metum.

Vejle IF skrivar á heimasíðuni:

Rebekka Fuglø (93), som normalt bor på Færøerne og stiller op for Vejle IF, havde en fantastisk weekend ved DM indendørs i atletik i Skive.
Lørdag bød på et flot og veldisponeret løb på 1500 m, hvor hun ikke bare smadrede den 24 år gamle senior klubrekord med 17 sekunder, men med flotte 4.29.60 tog hun også en flot bronzemedalje. Den tidligere klubrekord fra 1980 tilhørte Lone Juel (74) og lød på 4.46.42.
Søndag stod på endnu en klubrekord, da hun med tiden 2.13.70 min. tog en flot 4. plads på 800 m. Den tidligere klubrekord fra 1992 tilhørte Konny Overgaard (64) og lød på 2.40.1. 
 
Stort tillykke til Rebekka med bronzemedaljen og de flotte resultater.

Føroyskt met  á 15 kilometrum fingu vit eisini í dag. Hetta hendi, tá Marna Egholm var við í Nike Marathontest, sum Sparta skipaði fyri í dag. Marna vísti, at kanónform og setti eitt dygt met á 15 km við 53.42 minuttum! Fram við 10 km segði hennara millumtíð 35.30 min, sum er skjótar enn føroyska metið.

Marna Kavatrail
Marna, sum júst er komin heim av venjingarlegu í Kenya, vísir stórform, og setti í dag føroyskt met á 15 km

Bara 14 dagar eru til DM í 10 km landavegsrenning. Tað verður sera spennandi at síggja, hvat Marna megnar tá. Eina viku seinni verður FM 10 km, og tá sleppa vit í Føroyum eisini at síggja stórrennaran.

Motiónsrenningin í Føroyum blómar eisini í hesum døgum. Í dag vóru Bragdarrennarar vesturi í Vágunum og runnu langtúr úr Gásadali til Fútaklett. Einir 50 rennarar vóru við í góðveðrinum í dag.

Bragdið í Gásadali
Einir 40 Bragdarrennarar á útferð í Vágunum í morgun

Jú hetta hevur verið eitt einastandandi gott vikuskifti fyri frælsan ítrótt, og at enda skal gerast vart við fýrarnar niðast á hesi síðuni. Tí í dag gjøgnumførdu Súni Jacobsen og Robert Vilhelmsen Tokyo Marathon.

Robert og Súni
Hesir báðir globetrottarnir eiga mong sporini í útlendskum maratonkappingum. Í morgun slitu teir gøturnar í Tokyo.

 

 

 

0 comment
0

Related Articles