Home Altjóða luttøka Tórur komin í longdarlopsfinaluna

Tórur komin í longdarlopsfinaluna

by Hallur Holm

Í morgun hevur innleiðandi umfarið í longdarlopi verið. Tilsamans 16 leyparar vórðu koyrdir í tveir bólkar, og finnast skuldi út av, hvørjir teir 12 finaluleypararnir skuldu vera. Altso skuldu fýra síðlast frá. Tórur kom í seinna bólkin, og visti tí framman undan, hvussu langt teir fyrstu átta høvdu lopið.

10986632_10153426956289106_2314935596480267838_n
Tórur leypur seg til finaluna

Fyrsta royndin hjá Tóri miseydnaðist, men í aðru royndini leyp hann 6,13 metrar, sum var nóg mikið til ein finalusess. Ein roynd var enn eftir, men Tórur vildi heldur spara seg, tí hann byrjaði at merkja ein gamlan skaða í lærkrikanum.

Bara tveir leyparar lupu longri enn persónliga metið hjá Tóri, sum er 6.49, og sum bara er tvær vikur gamalt. Rakar Tórur veruliga dagin í annaðkvøld kann tað blíva heilt spennandi, hvussu langt tað kann røkka.

Í gjárkvøldið høvdu vit bæði Rúna Seloy og Hall Simonsen í kapping. Rúni rann semifinaluna á 800 m, har tað framman undan var greitt, at tríggir teir fremstu í hvørjum riðili sluppu víðari til finaluna, sum verður runnin í kvøld. Tíverri eydnaðist ikki Rúna at koma millum tríggjar teir fremstu. Fram til 600 metrar var hann heilt væl við í oddinum, men tá tað veruliga galt, var øskukalt hjá Rúna. Á 700 metrum var greitt, at finalumøguleikin var burturi. Seinastu løtuna setti hann ferðina nakað niður, men tíðin gjørdist tó 2.00,60.

IMG_0284
Fyrsti riðilin í 800m rennur her framvið eftir 500m og enn er Rúni væl við

19 ára gamli Hallur Simonsen er fyrst og fremst komin til Jersey at kasta klingru. Hann er tó eisini evnaríkur í kúluvarpi, og brúkti tí hendan møguleikan fyri einari góðari og sterkari kapping. Hallur hevur fyri bert tveimum vikum síðani sett persónligt met við 7-kilo-kúluni, men nærkaðist í gjárkvøldið ongantíð veruliga teimum 11.26 m, sum er hansara besta.

11693815_10153425352379106_8674082120373299009_n
Hallur stoytti seg til eitt áttandapláss í kúlu

Hallur endaði á einum samlaðum 8. plássi við 10,66 metrum.

Í kvøld eru okkara fólk við í trimum finalum. Klokkan 18.00 byrjar finalan í klingrukasti, har júst Hallur Simonsen er við. Hansara møguleikar skulu avgjørt ikki undirmetast, hóast hann er við fyri fyrstu ferð, og bert er 19 ára gamal. Tann besta ger hann einki við, men nógvir av teimum næstu kasta frá 42-45 metrar. Og tað er eisini har Hallur er. Metið hjá Halli er beint undir 44 metrar, so við einum lítlum persónligum meti loyva vit okkum at hava heiðursmerkjamøguleikar.

Klokkan 19.40 verður finalan hjá kvinnum í 3.000 m forðarenning. Og her er tað einki, sum eitur silvur ella bronsa. Tað verður bert kappast um gull. Hetta tí at bert tríggir luttakarar verða við í kappingini, har ímillum okkara Bjørk Herup Olsen. Tað er soleiðis á oyggjaleikum, at tað skulu vera tveir taparar fyri at vinna eitt heiðursmerki.

Okkara seinasti á breytina í kvøld er Rebekka Fuglø, sum sá sera sterk út í semifinaluni á 1.500 metrum. Tær eru níggju, sum hava runnið seg í finaluna, og tað sær út til, at Rebekka er ein av teimum fimm, sum hava best møguleika til heiðursmerki.

Vit krossa fingrar fyri okkara íðkarum, og vónandi eru góð tíðindi at frætta seinni í kvøld.

0 comment
0

Related Articles