Home Altjóða luttøka Tórur Mortensen í spennandi NM-kapping

Tórur Mortensen í spennandi NM-kapping

by Hallur Holm

Nú hava tey kappast í OL eina viku, men fyri mong okkara byrjar OL ikki veruliga fyrr enn í dag, nú kappingarnar í frælsum ítrótti byrja. Eingin føroyingur er við í frælsum ítrótti hesaferð, men hóast tað hava okkara bestu íðkarar spennandi uppgávur. FM fyri vaksin á breyt verður 20. og 21. august, men longu hetta vikuskiftið hevur føroya besti trístøkkari spennandi uppgávu í Íslandi.

17 ára gamli Tórur Mortensen er av Dansk Atletikforbund úttikin til danska U20 landsliðið, sum skal í landsdyst móti hinum norðurlondunum. Hvørt land hevur tveir íðkarar í hvørji kappingargrein. Danmark og Ísland hava felagslandslið og hava tí ein íðkara í part til hvørja kappingargrein. Tórur er klárt sterkasta navnið á danska styrkilistanum í trístøkki, og var tí sjálvskrivaður til felagsliðið hjá Danmark og Íslandi.

Trístøkk Tórur
Venjingin hjá Tóri hevur gingið heilt væl seinastu tíðina, og vónirnar um eitt gott úrslit til NM eru góðar. (mynd: Hvirlan)

Kappingini, sum verður í Kaplakriki í Hafnafirði, er skipað sum bæði landsdystur og einstaklingakapping. Svøríki, Finnland, Noreg og Danmark/Ísland luttaka í landsdystinum. Sostatt verða átta luttakarar í hvørji kappingargrein. Tórur var eisini í fjør úttikin til hesa kappingina. Ta ferðina gekk ikki so væl. Tórur var smáskaddur og leyp tí ikki upp til sítt besta.

Men síðani tá hevur Tórur flutt seg væl longur fram á leið. Gylta lopið í Gøtuborg í summar hevur veruliga givið Tóri eitt navn, sum er kent uttan fyri landoddarnar. Ja, fyri tveimum vikum síðani hevði hann verið styrkismettur millum teir fremstu til NM kappingina. Men hesa seinastu tíðina hava mótstøðumenninir týðuliga prógvað, at eisini teir venja hart og vilja frameftir. Nærum allir luttakararnir koma til Hafnafjarðar við feskum persónligum metum. Og teir eru so sera sera javnir:

  • Arttu Tyystjärvi, Finnland 15,40 m
  • Veikko Nugraha, Finnland, 15,04 m
  • Marcus Nyberg, Svøríki, 14,99 m
  • Erik Lund, Noreg, 14,99 m
  • Erlend Bolstad Raa, Noreg, 14,98 m
  • Tórur Mortensen, Danmark/Ísland, 14,94 m
  • Christoffer Pool-Wiklund, Svøríki 14,87 m
  • Guðmundur Smári Daníelsson, Danmark/Ísland 12,94 m

Bara 17 sentimetrar skilja finnan og svian, sum eru styrkismettir nummar tvey og sjey. Og har ímillum er Tórur, sum avgjørt eigur at síggja møguleikan fyri heiðursmerki. Tórur hevur ferð eftir ferð víst, at hann er best, tá harðast leikar á. Vónandi megnar hann at liva upp til 14,94 m lopið, sum gav honum sigurin til VU-Spelen.

Tórur hevur seinastu fýra árini framt risa framstig á hvørjum ári. Runt roknað ein metur er lagdur afturat um árið og er hetta úrslit av harðari og miðvísari venjing undir leiðslu av Hera Ziska, sum eisini fer at vera hjástaddur í Íslandi undir kappingini. Teir báðir fara yvir í dag, fríggjadag. Landsdysturin verður bæði leygar- og sunnudagin. Kappingin í trístøkki verður sunnudagin kl. 12.05. Fylgjast kann við á hjá Frjælsítróttasambandi Íslands, www.fri.is.

FÍF ynskir Tóri bestu eydnu til norðurlandameistaraskapskappingina.

0 comment
0

Related Articles