Tórur Mortensen silvur til DM

Skrivað hevur

Hetta vikuskiftid hevur verid kappast um Danmarkarmeistaraheitini í frælsum ítrótti. Kappingarnar fóru fram á Århus Stadion, har heilt fitt av áskodarum vóur møttir. Fyri tveimum vikum sídani vóru føroyingar vid til íslandsmeistaraskapid sum gestaluttakarar. Tá eydnadist tad Tóri Mortensen at gerast nummar tvey í trístøkki vid at loypa persónligt met, 13.57 metrar. Leygardagin var Tórur so til DM í trístøkki, har hann umbodar heimalidid Århus 1900.

Fyrsta lopid gjørdist hansara besta lop, og var tad enn einaferd eitt persónligt met. Hesaferd vid einum sentimetri, 13,58 metrar. Hetta lopid vísti seg eisini at vera nóg mikid til at vinna eitt flott silvurmerki í hesi DM-kappingini. Sostatt hevur bert 17-ára gamli Tórur Mortensen megnad at gerast næstbestur í bædi Danmark og Íslandi. Hjartaliga tillukku vid tí, Tórur!


Tórur Mortensen hevur havt eitt gott kappingarár. (mynd: Hvirlan)

Sunnudagin var so longdarlop á skránni. Tórur hevur í ár lopid 6,49 metrar, og ætlanin var at fáa eitt persónligt met. Men einki vildi virka. Úrslitid gjørdist, at hann í øllum sínum trimum royndum tradkadi yvir, og tí als ikki vard skrásettur fyri nakad úrslit. Hetta var sjálvandi ein strika í rokningini, men hatta er tad sum kann henda. Stødid í hesi kappingini var sera høgt, og hóast Tórur hevdi lopid upp til sítt allarbesta og kanska eitt sindur afturat, hevdi verid trupult at brótid seg inn á topp-10-listan.

Meiningin var eisini, at Hanus Bergsson skuldi kasta spjót til DM, har hann so hevdi verid ein av DM-gull-favorittunum. Men tíverri hevur hann fingid ein skada í kastiarmin, og hetta kappingarárid sær tí nú út til at vera eitt yvirstadid kapittul.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*