Hetta vikuskiftið verður DM innandura fyri vaksin fyriskipað, og tveir føroyingar verða við í kappingunum. Rebekka Fuglø úr Treysti fer at renna 800 og 1.500 metrar og Tórur Mortensen úr Hvirluni fer at leypa longdarlop og trístøkk. Aftur í ár verður DM hildið í Skive.
Fyrsta kapping við føroyskari luttøku verður leygardagin kl. 13.00. Tá verður tað 1.500 m hjá kvinnum. Støðið í danskari miðteinarenning fyri kvinnur er sera høgt fyri tíðina. Tað er tað eisini hjá Rebekku, sum so seint sum fyri trimum vikum síðani setti føroyskt met við 4.36,19 og vann gull til Stórmót IR í Íslandi. Hetta er eisini hennara tilmeldingartíð, sum er tann triðskjótasta. Har eru tó aðrar, sum eisini hava runnið skjótari fyrr. Rebekka hevur 5. besta persónliga metið, men hon hevur avgjørt møguleika at vinna heiðursmerki í hesi kappingini. Harafturat er møguligt hjá henni at betra føroyska metið enn meira.
1 | 4.17.84 | 4.17.84 | SCHULZ Line K | 1996 | Aalborg Atletik |
2 | 4.34.01 | 4.21.66 | THESTRUP Josephine | 1996 | Sparta |
3 | 4.36.19 | 4.36.19 | FUGLØ Rebekka | 1993 | Vejle IF |
4 | 4.44.01 | 4.48.67 | SØEFELDT Sophie | 2000 | Sparta |
5 | 4.48.00 | 4.43.96 | JENSEN Louise Høj | 1997 | AGF |
6 | 4.48.23 | 4.42.04 | JØRGENSEN Dorthea | 1998 | Kolding KFUM |
7 | 4.48.93 | 4.33.50 | HELWIGH Anna Mark | 2000 | Sparta |
8 | 4.26.58 | GLAD Simone | 1990 | AGF |
Rebekka er væl fyri í løtuni, 800 m spesialisturin hevur vunnið fimm tey seinastu umførini í TF Vetrarkappingini.
Longu klokkan 16.45 leygardagin skal Rebekka renna semifinalu á 800 metrum. Riðlarnir eru ikki gjørdir enn, men undir øllum umstøðum verður hetta ein sera hørð kapping, sum eisini kann gerast trupul við einari feskari 1.500 m finalu í beinunum. Tað eru í løtuni heilt nógvar danskar kvinnur, sum liggja frá 2.11-2.15. Rebekka er ein av teimum, og kemur við einum feskum føroyskum meti, sum er 2.14,23. Onkrar av hinum renna eisini 1.500 metrar,
1 | 2.15 | 2.15 | DIEKEMA Mathilde | 1994 | Aarhus 1900 |
2 | 2.11.77 | 2.11.77 | SCHULZ Line K | 1996 | Aalborg Atletik |
3 | 2.11.95 | 2.11.79 | MØRCK Mia Helene | 1999 | Bagsværd AC |
4 | 2.13.10 | 2.10.06 | KEIDSER Joseffa | 1995 | Aarhus 1900 |
5 | 2.13.84 | 2.11.99 | RYTTER Josefine | 1994 | Bagsværd AC |
6 | 2.14.18 | 2.10.37 | GOTTLIEB Helene H | 1998 | Holte Atletik |
7 | 2.14.23 | 2.14.23 | FUGLØ Rebekka | 1993 | Vejle IF |
8 | 2.14.80 | 2.14.80 | RICHTER Nathalie | 2000 | Aalborg Atletik |
9 | 2.14.89 | 2.12.45 | JØRGENSEN Louise | 1991 | Københavns IF |
10 | 2.19.86 | 2.18.48 | VEGEBERG Caroline L | 1998 | Køge Atletik |
11 | 2.26.19 | 2.18.27 | MILLENAAR Carolien | 1997 | Herning Løbeklub |
Sum tað sæst á tilmeldingartíðunum (fyrra kolonna) og á persónligu metunum (seinna kolonnan) kunnu vit vænta tvær sera javnar semifinalur. Her verður ikki pláss fyri at hugsa taktiskt og spara kreftir til eina finalu sunnudagin. Bert marginalir koma at avgera, hvør kemur í finaluna.
Leygardagin klokkan 15.05 skal Tórur kappast í longdarlopi. Tilmeldingarlongdin hjá Tóri er 6,49 metrar, men um hann er líka nógv styrknaður í longdarlopi sum í trístøkki, dugi eg illa at meta um, hvussu langt hann kann leypa. Undir øllum umstøðum er væntandi, at hann fær eitt persónligt met. Vil væl við, kann hann koma heilt nær við 3-4 teir bestu.
1 | 7.12 | 7.14 | HANSEN Jannick | 1992 | Sparta |
2 | 7.07 | 7.07 | PEDERSEN Sebastian | 1997 | Sparta |
3 | 6.67 | 6.67 | RANNING Albert Kirkegaard | 1998 | Københavns IF |
4 | 6.62 | 6.68 | IPSEN Emil | 1999 | Ballerup AK |
5 | 6.05 | 6.05 | DRONGESEN Rune | 1996 | Viborg AM |
6 | 6.05 | 6.05 | KLYSNER Jacob | 1998 | Aarhus 1900 |
7 | 7.47 | UNGVARI Peter (u) | 1985 | Aarhus 1900 | |
8 | 6.91 | BOUZIAD Massin Ait | 1995 | Sparta | |
9 | 6.49 | MORTENSEN Torúr | 1998 | Aarhus 1900 | |
10 | NIELSEN Christian Lind | 1991 | Aarhus 1900 |
Tórur í grøvini á Tórsbreyt. Heri Ziska er venjari, og er eisini við á ferðini í Skive
Høvuðskappingargreinin hjá Tóri er trístøkk, har hann nú er millum teir allarbestu juniorar í norðurlondum. Tað eru heldur ikki so nógvir vaksnir í okkara grannalondum, sum loypa longur enn Tórur. Tíverri eru bara fimm menn tilmeldaðir kappingina, sum verður sunnudagin klokkna 13.00. Bestu tilmeldingartíðina eigur Tórur, og er tað nakað heiðursmerki vit veruliga kunnu forvænta, so er tað í hesi kappingini.
1 | 14.45 | 14.45 | MORTENSEN Torúr | 1998 | Aarhus 1900 |
2 | 14.40 | 14.87 | BOUZIAD Massin Ait | 1995 | Sparta |
3 | 14.34 | 15.70 | UNGVARI Peter (u) | 1985 | Aarhus 1900 |
4 | 12.87 | 13.27 | GLUE Johannes | 2000 | Randers Atletik Freja |
5 | 12.61 | 12.92 | KIKKENBORG Matthias | 1997 | Aalborg Atletik |
Hóast Tórur hevur bestu tilmeldingartíðina, so hevur hann bert triðbesta persónliga metið. Seinasta summar vann Tórur silvur til DM uttandura. Tað verður spennandi, um hann kann endurtaka bragdið, og kanska gera tað enn betri. Eisini er sera spennandi, um Tórur klárar at endurtaka frálíka úrslitið, sum hann fekk í Reykjavík fyri trimum vikum síðani.
FÍF ynskir Rebekku og Tóri allar bestu eydnu í kappingunum um vikuskifti.