Home Altjóða luttøka Treysti eisini í Reykjavík

Treysti eisini í Reykjavík

by Hallur Holm

Í gjár skrivaðu vit um Hvirluna, sum fer at luttaka í Stórmót ÍR hetta vikuskiftið, sum nú stundar til. Men eisini Treysti verður væl umboðað í hesi kapping. 

Ferðalagið hevur longu verið burturi eina lítla viku. So umframt venjingar, túrar, shopping o.a., er eisini “vanlig” skúlagongd á skránni. Heili 27 børn og foreldur eru við í ferðalagnum, so talan er um sanna føroyska innrás í Laugardalinum, har kappingarnar fara fram leygar- og sunnudagin.


Felagsmynd tikin við Sørvágs Kirkju eftir Vestanstevnurenningina í 2010. (mynd: Treysti)

Á heimasíðuni hjá Treysti er yvirlit yvir allar luttakararnar og eisini sæst, í hvørjum kappingum tey fara at vera við í.

FÍF ynskir øllum í Treysti góða eydnu við kappingunum.

Lesið meira og síggið yvirlitið á www.treysti.fo

0 comment
0

Related Articles