Home Altjóða luttøka Treysti heim við trimum heiðursmerkjum

Treysti heim við trimum heiðursmerkjum

by Hallur Holm

Sunnukvøldið komu ungdómsíðkararnir hjá Treysti heim úr Danmark, har tey høvdu verið í Skive til DM fyri ung. Hetta vóru somu íðkarar, sum fyri einum mánaða síðani fingu so framúrskarandi úrslit í Stórmót IR í Reykjavík. Við teimum úrslitunum var greitt, at í fleiri av kappingunum fóru ungu norðingarnir at vera heilt væl við í kappingini um DM-heiðursmerki.

Tey fingu eisini trý heiðursmerki heim við sær. Óluva Allansdóttir Joensen legði meira enn hálvan annan metur afturat úrslitinum í Reykjavík, og hevur longu nú stoytt 3-kilo-kúluna longur enn hon stoytti 2-kilo-kúluna í fjør! Hetta gav henni eitt DM-silvurmerki, bert góðar 30 sentimetrar frá gullinum.

Óluva DMU
Við úrslitinum til DMU er hugsandi at Óluva fer eftir oyl-kravinum við 4-kilo-kúluni.

Julian Gregersen hevði møguleika at vinna heiðursmerki á bæði 800 og 1.500 m. Í Íslandi kom hann undir 2 minuttir fyri fyrstu ferð. Hesaferð fór hann 1/100 sek upp um, men vann kortini silvur beint aftanfyri vinnaran. Á 1.500 metrum kláraði hann oyl-kravið og eisini bólkametið hjá Marnari Djurhuus. Kortini var hann 4/100 sek frá at vinna bronsu, og bert smá tvey sekund frá gullinum.

Eisini Oddvør Josepsen var heiðursmerkjakandidatur. Ja, hon var kanska favorittur at vinna DM-gull. Hetta eydnaðist tó ikki heilt, men hon kann tó fegnast um eitt DM-silvurmerki á 800 metrum.

Gunnar Sivertsen, Hans Sivertsen, Birita Ryan og Maria Biskopstø vóru eisini við til DM. Maria, sum bara er 13 ár, setti eitt flott bólkamet á 1.500 metrum, har hon kom væl undir oyl-kravtíð.

Á heimasíðuni hjá Treysti er drúgv frágreiðing frá kappingini.

 

0 comment
0

Related Articles