Home Altjóða luttøka Treysti og Bragdið við til DM-Ung

Treysti og Bragdið við til DM-Ung

by Hallur Holm

Hetta vikuskiftið skipar Hvidovre Atletik fyri danmarksmeistarakapping fyri ung. Treysti og Bragdið hava hvør síni tvey umboð við í kappingini, sum verður avgreidd leygar- og sunnudagin.

Kappingarnar hjá okkara leygardag:

Kl. 13.15 Rúni Seloy, Bragdið 1500 m

Kl. 13.35 Bjørk Herup Olsen, Bragdið 1500 m

Kl. 15.55 Jan Elmar Sørensen, Treysti 2000 m forðarenning

Kl. 17.45 Rebekka Fuglø, Treysti 300 m

Skráin Sunnudagin:

Kl. 10.30 Rebekka Fuglø, Treysti 800 m

Kl. 11.00 Rúni Seloy, Bragdið 800 m

Kl. 15.30 Bjørk Herup Olsen, Bragdið 3000 m

Kl. 16.00 Jan Elmar Sørensen, Treysti 5000 m

http://www.hvidovre-atletik.dk/Staevner/2008/DMU/startliste.htm

Omanfyri er leinkja til startlistarnar. Har sæst, at vit í næstan øllum kappingunum hava rímiligan møguleika at vinna heiðursmerki. Okkara sterkasta kort er Bjørk Herup Olsen, sum hevur nógv bestu tilmeldingartíð á 3000 m. Tað var eisini á hesum teininum, at hon umboðaði Danmark og Ísland í norðurlandadystinum herfyri. Rúni plagar eisini at borga fyri heiðursmerkjum. Hesaferð fær hann tó harða kapping við dreingirnar, sum eru eitt ár eldri enn hann, men kenna vit Rúna rætt, so er einki avgjørt frammanundan.

Rebekka fer at royna seg á 300 m. Hetta er ikki ein teinur, hon er von at renna, men vónandi verður tað til eitt føroyskt met kortini. Á 800 m verða tær 4-5 javnt sterkar, sum fara at býta heiðursmerkini millum sín. Jan Elmar fer eisini at renna á óvandum teini, nevnliga 2000 m forðarenning. Harafturat verður hann við í kappingini á 5000 m.

Føroyingarnir sleppa hvørki at umboða síni egnu feløg ella FÍF í hesari kapping. Tey hava tí verið noydd at melda seg til fyri donsk feløg. Rebekka og Jan Elmar umboða Vejle IF, Bjørk umboðar KIF og Rúni umboðar vertsfelagið Hvidovre.

Úrslitini verða kunngjørd her á síðuni í næstu viku.

0 comment
0

Related Articles