Home Altjóða luttøka Treysti sendir Rebekku og Marnar til DM innandura

Treysti sendir Rebekku og Marnar til DM innandura

by Hallur Holm

Um mánaðarskiftið janaur/februar vóru Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus við talentliðnum hjá FÍF til stóru innandurakappingina Pallas-Spelen í Malmø. Og bæði fingu tey heiðursmerki við heim. Rebekka vann gull á 1.500 og silvur á 800 metrum, meðan Marnar vann silvur á 1.500 metrum. Nú er tað so Treysti, sum sendir  tey bæði saman við venjara teirra Guttormi Sørensen, til Danmarkar at luttaka í DM fyri ung. Bert ein høll er til frælsan ítrótt í Danmark, hon er í Skive, og tað verður her, føroysku rennararnir fara at royna at vinna Føroyum heiður og æru.

Skráin hjá teimum leygardagin 5. mars:

  • Kl. 14 30 Marnar Djurhuus Dreingir 17, 3.000 metrar
  • Kl. 18.40 Rebekka Fuglø, Gentur 19, 800 metrar

Skráin sunnudagin:

  • Kl. 14.50 Marnar Djurhuus, Dr. 16-17, 1.500 metrar
  • Kl. 15.05 Rebekka Fuglø, Ge. 18-19, 1.500 metrar

Spennandi verður at fylgja teimum. Rebekka hevur í vetur veruliga spílað seg út, og hevur longu sett persónlig met á bæði 1.500 og 800 m, har tað seinna eisini er føroyskt innanduramet. Eftir styrkimetingunum at døma, eru vónirnar eisini góðar fyri heiðursmerkjum, og ikki skal tað undra, um hon ikki setir nøsina eftir einum DM-heiti. Rebekka hevur fleiri ferðir áður staðið á sigurskamlinum við donsk meistaraskap, men ongantíð hevur hon staðið ovast. Kanska og vónandi verður tað nú!


Rebekka vinnur her Runt Agnið 2010. Hon er eisini nr. 1 í samlaðu støðuni hjá kvinnum og kvinnuunglingum í Vetrarkappingini

Marnar, sum enn kann sigast vera nýggjur í hesum høpinum, er til sítt triðja DM. Men hann vann longu sítt fyrst DM-heiti síðsta summar, tá hann rættiliga trygt vann kappingina á 3.000 metrum. Men nú er hann fluttur ein aldursflokk upp, og har eru fleiri sterkir rennarar, sum ætla at geva Marnari skarpan gang. So skulu heiðursmerki um hálsin á Marnari, skal hann vera tíðliga uppi. Tað er nokk á 3.000 metrum, at hann hevur teir frægastu møguleikarnar fyri góðari plasering, og spennandi verður eisini, um hann kann koma undir 9.00 minuttir! Vit eiga heldur ikki at gloyma, at Marnar rennur fyri einum plássi á oyggjaleikunum, og tá skal hann helst bøta sína tíð á 1.500 metrum nøkur sekund. A-kravið á 1.500 metrum er 4.09 min. Í Malmø rann hann 4.16 min. Rebekka rann væl undir kravtíðirnar á bæði 800 og 1.500 metrum í Malmø.

Góða eydnu tit bæði – koyrið á!


Marnar kemur her grøvandi á mál sum vinnari og við met-tíð Runt Agnið 2010. Í Vetrarkappingini hevur hann higartil vunnið greitt hvørjaferð.

0 comment
0

Related Articles