Home Altjóða luttøka Treysti við til DM-Ung innandura

Treysti við til DM-Ung innandura

by Hallur Holm

6. árið á rað eru tey í Treysti farin niður til Skive at kappast í DM innandura fyri ungdóm. Tað verða teir tríggjir nar’arnir, Marnar, Einar og Gunnar, sum fara at royna seg. Rebekka Fuglø var niðri seinasta vikuskifti til DM fyri vaksin. Hon hevur framvegis aldur til DM-U, men hon metti ikki, at kappingin í hennara aldursflokki var nøktandi. Hetta er sostatt fyrstu ferð í øll hesi seks árini, at Rebekka ikki er við. Teir tríggir hava allir eina kappingargrein hvønn dagin. Hjá øllum trimum liggur so væl fyri, at høvuðsgreinin er fyrra dagin. Soleiðis kappast teir – og klokkutímarnir eru føroyskir:

  • Leygadagin 13.45, Marnar Djurhuus 3.000m – dreingir 18-19
  • Leygardagin 18.05, Gunnar Sivertsen, 800 m – dreingir 14-15
  • Leygardagin 18.35, Einar Gregersen, 800 m – dreingir 18-19

 

  • Sunnudagin 13.50, Gunnar Sivertsen, 1.500 m – dreingir 14-15
  • Sunnudagin 15.05, Einar Gregersen, 1.500 m – dreingir 18-19
  • Sunnudagin 15.05, Marnar Djurhuus, 1.500 m – dreingir 18-19

Her er slóð, har tit kunnu trýsta tykkum til neyðugar upplýsingar so sum startlistar, úrslitalistar og annað: http://www.skiveam-atletik.dk/Events/20131226%20DMU-INDE%202014.aspx


Gunnar Sivertsen rann væl í Íslandi, men ætlar sær at renna enn skjótari í Skive

 

0 comment
0

Related Articles