Home Altjóða luttøka Triðji og seinasti dagurin á VU-spelen í Gøteborg

Triðji og seinasti dagurin á VU-spelen í Gøteborg

by Gunnvá Wardum

Seinastu tríggjar dagarnar hava dugnaligastu rennararnir, kastararnir og leypararnir í Føroyum roynt síni evni í størstu uttandurða kapping á breyt í Evropa.
Úrslitini hava verið framúr góð – og ongantíð í søguni hevur fræls ítrótt í Føroyum fingið so nógv heiðursmerki í hesi navnframu kapping, sum hesa ferð.
Talið av persónligum metum og bólkametum hevur verið methøgt. Og ikki færri enn tvey føroysk met á kvinnusíðuni eru komin á bók.

Fræls ítrótt er ein ítrótt, har góð úrslit ikki falla niður av himli, og har hepni er eitt rættuliga fráverandi fyribrigdi.
Skalt tú fáa góð úrslit á breytini, so krevst skipað venjing yvir eitt drúgt tíðarskeið.
Hetta arbeiðið verður gjørt í teimum ymisku lokalfeløgunum, har venjarar dag út og dag inn møta trúliga upp og leggja lag á. Uttan teirra miðvísa arbeiði var frælsa ítróttinum ikki lív lagað.
Takk fyri tað, tit ið skipa fyri!

FíF hevur eisini lagt á annan bógv seinastu árini og hevur skipað fyri fleiri samlingum, ið bæði hava verið rættaðar ímóti breiddarítróttini og úrvalsítróttini.
Hesar samlingarnar hava skapað eina felagskenslu millum íðkararnar, ið er vorðin alt meira sjónlig seinastu tíðina: Vit eru ikki bara íðkarar, ið umboða ymisku limafeløgini kring oyggjarnar. Nei, vit umboða øll frælsa ítróttin í Føroyum, og vit vilja, at tað skal gangast hvørjum øðrum væl.
Royndin at savna íðkararnar hevur gjørt stóran mun, og hetta arbeiðið fer at halda áfram komandi tíðina.
FíF hevur eisini sett kønar landsliðsvenjarar, ið hava ábyrgd av ymisku greininum, og sum kunnu vegleiða og leiðbeina  venjarar og íðkarar í stórum og smáum. Landsliðsvenjararnir eru eisini lokomotivið, tá ið landsliðshópurin er á ferð. Teirra stóra arbeiði hevur gjørt frælsa ítróttin í Føroyum meiri professionellan.

Men fræls ítrótt er ikki bara íðkarar og venjarar. Frælsa ítróttin hevur eisini tørv á fíggjarligum stuðli fyri at fáa hjólini at mala runt.
Og í hesum sambandi hava Betri, Faroeship og Hiddenfjord tikið eitt ódnartak.
Stóra takk fyri, at tit hava trúð uppá okkum, og at tit vilja stuðla okkum.

Til seinast – og ikki minst – so hevur frælsa ítróttin í Føroyum nógvar góðar vinir, sum hjálpa til, tá ið kappingar o.a. er á skránni. Her er bæði talan um foreldur at núverandi íðkarum, foreldur at fyrrverandi íðkarum, fyrrverandi íðkarar og onnur, sum altíð eru fús at traðka til, tá ið tiltøk skulu fyriskipast. Takk fyri tit øll. Tit eiga eisini ein stóra part av heiðurinum fyri støðugu framgongdini.  

Niðanfyri eru dagsins úrslit lýst í tíðarrøð:       

Fyrsti føroyski íðkarin, ið skuldi kappast tann triðja og seinasta dagin í Gøteborg var Sigrið Hansdóttir.
Hon skuldi kappast í longdarlopi í G12-kappingini. Longdarlopi er ein grein, ið dregur nógvar íðkarar at sær, og í dag høvdu umleið 90 gentur boðað frá luttøku. Farna vikuskiftið setti Sigrið bólkamet í Hvidovre við einum lopi á 4,70 m., og í dag skuldi hon vita, um hon átti eitt lop í beinunum, ið kanska var enn longri. Tað átti hon mín sann. Triðja lopið hjá Sigrið í dag mátaði 4,82 (0,0 m/s) og sætta og seinasta lopið hjá henni mátaði heilar 4,96 m. (0,0 m/s). Hetta var næstlongsta lopið í kappingini, og við hesum lopinum ognaði Sigrið sær silvurmerki.
Sigrið: Hjartaliga til lukku við fjórða heiðursmerkinum í VU Spelen 2022 og við framúr flotta bólkametinum í longdarlopi.  

Óðin J. Glerfoss var ein av teimum 31 luttakarum, ið skuldu renna 300 metrar í D14-bólkinum.
Persónliga metið hjá Óðini var sett á FMU 2021, tá ið hann rann henda langa spurtin við tíðini 42,81 sek.. Tað er eyðsæð, at Óðin er vorðin skjótari í vár og í summar, og í dag megnaði hann at bøta munandi um sítt persónliga met, so at tað nú er 40,86 sek..
Tíðin kundi verið enn betri, tí Óðin tók ferðina av seinastu metrarnar, tí hann merkti pínu í baklærinum.    

Sofía Højgaard royndi seg á 300 metrum í G14-bólkinum.
Persónliga metið hjá Sofíu áðrenn kappingina var 47,91 sek.. Metið var sett til FMU í september 2021.
Í dag kapprunnu yvir 60 gentur á hesum teininum, og Sofía kom á mál sum nr. 39 við tíðini 47,68, sum er persónligt met.  

Hennie Maria Samuelsen hevur bólkametið í hæddarlopi í U15-bólkinum.
Metið setti hon í Betri Stórkapping 14/5-2022, og er tað 1,48 m.
Í dag skuldi Hennie royna at bøta um hetta metið og vita, hvussu langt tað rakk í harðu kappingini við nakrar av dugnaligastu hæddarleyparum í  grannalondunum.
Hennie leyp upp um 1,41 m í fyrstu royndini. Eftir hetta var hon sera óheppin og reiv tríggjar ferðir niður á 1,47 m.. Hennie gjørdist nr. 23 av teimum 33 luttakarunum. Tað er lítið at ivast í, at hon fer upp um 1,50m, áðrenn long tíð er liðin.   

Jónas Isaksen, ið er góður í fleiri greinum, royndi seg í dag á 200 metrar teininum.
Persónliga metið hjá Jónasi er 22,58 sek. og varð sett í Betri Stórkapping 26/5-2022. Hetta er eisini bólkametið á 200 metra teininum.
Í dag hepnaðist tað Jónasi at bøta um bólkametið við 3/100, so metið nú eitur 22,55 sek. Henda tíðin er bara 12 hundradapartar frá føroyska metinum, ið serfrøðingurin í trístøkki, Tórur Mortensen, setti í 2019.
Jónas endaði sum nr. 10 av 31 luttakarum.  

Oddvør Josephsen, ið rann 100 metrar væl undir 13 sekund í gjár, royndi seg í dag á 200 metra teininum.
Undan hesi kappingini var persónliga metið hjá Oddvør 26,91. Metið var sett í Aalborg í 2020.
Oddvør hevur verið í essinum í Gøteborg, og í dag rann hon meiri enn ½ sekund skjótari, enn hon nakrantíð hevur gjørt frammanundan og megnaði at seta nýtt føroyskt met á 200 metur teiminum. Nýggja metið er 26,38 sek..
Hjartaliga til lukku við føroyska metinum, Oddvør.  

Andreas Antoft (PM: 22,99) og Dánjal D. Ljósheim (PM: 22,94) eru millum allarskjótastu menn á 200 metrum.
Í dag runnu teir lið um lið, og tað var spennandi at síggja, hvussu javnir teir í roynd og veru á hesum teininum.
25 menn stillaðu upp, og Andreas gjørdist nr. 9 (22,84 sek.) og Dánjal nr. 10 (22,88 sek.).
Tíðin hjá Andreasi er bæði persónligt met og bólkamet.
Tíðin hjá Dánjali er persónligt met.
Tað er lítið at ivast í, at báðir eiga nógv meiri í sær í framtíðini.   

Seinasta kapping hjá Sigrið Hansdóttir á hesum sinni var 200 metrar í U12-bólkinum. Hóast tær fýra undanfarnu kappingarnar ivaleyst hava gjørt Sigrið moyra, so rann hon tað, ið hon var ment og megnaði at seta bólkamet á hesum sprintteininum. Sigrið endaði sum nr. 11 av 40 luttakarum við tíðini 29,43 (0,1 m/s).

Bára  J. Glerfoss, ið er góð bæði í 100 metrum og í longdarlopi royndi seg í trístøkki sunnukvøldið.
Trístøkk er ikki Báru ókent, tí 26/5 setti hon bólkamet í hesi greinini (10,56 m.).
13 kvinnur vóru tilmeldaðar, og Bára smæddist ikki burtur millum hinar.
Longsta trístøkkið hjá Báru hesa ferð var mált til 10,73 m og er tað bólkamet f g19.    

Seinasti føroyski rennarin, ið skuldi royna seg á hesum sinni, var Maria Biskopstø.
Hon rann 800 metrar saman við 15 øðrum kvinnum í opna bólkinum.
800 metur er ein sera harður teinur, og tað var ivasamt, um Maria var í nóg góðari venjing til at renna sína bestu tíð (2.14,13 sek.).
Umframt at vera av dugnaligastu rennarum, so spælir Maria á kvinnulandsliðnum í fótbólti, og nú koronafarsóttin hevur útsett Oyggjarleikirnar í fleiri umførum, so hevur Maria raðfest fótbóltin rættuliga høgt.
Í kvøld rann Maria rættuliga væl teir fyrstu 600 metrarnar, men eftir tað stívnaðu bein og leggir, og Maria kom á mál við tíðini 2.19,99 min..
Hetta er ein góð tíð, men tað er einki at ivast í, at Maria fer at renna nógv skjótari enn hetta í framtíðini.

Takk fyri hesu ferð góðu íðkarar, venjarar og áskoðarar.
Eitt gott summar til okkum øll og vit herja á aftur við kappingunum, fyrst til Føroyaleikir í juli og síðani til FM í august.

Øll úrslitini síggjast her.

Myndir og video frá degnum síggjast á okkara síðu á facebook.

0 comment
0

Related Articles