Home Altjóða luttøka Tríggir rennarar til VU-Spelen og ScandiCamp

Tríggir rennarar til VU-Spelen og ScandiCamp

by Hallur Holm

Hósdagin sótu tríggir spentir rennarar umborð á flogfarinum hjá Atlantsflogi á veg úr Vágum til Ålborg. Tað vóru tey trý kendu andlitini á Jóan Karl Joensen og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum, og Jan Elmari Sørensen úr Treysti. Úr Ålborg skuldi koyrast til Fredrikshavn, haðani siglast skuldi við ferju til Gøteborg, har stóra kappingin í frælsum ítrótti – VU-Spelen – verður hildin um vikuskiftið.

Jan Elmar, Jóan Karl og Bjørk ávegis til Svøríkis

Tað er Frælsur Ítróttur Føroya, sum hevur boðið Jóan Karl og Bjørk við, av tí at hesi umboða elitubólkin hjá FÍF. Jan Elmar er við umboðandi Treysti.

Hetta er triðju ferð at FÍF er umboðað í VU-Spelen. Hini bæði árini vóru 2005 og 2006. Kappingin bara veksur og veksur í luttakaratali, og í ár verða 7.480 startir.

Fyrstur í eldin og einasti okkara í kapping í dag fríggjadag, verður Jan Elmar, sum kl. 15.50 skal royna seg á 800 metrum (dreingir 17). Til hesa kapping eru 60 tilmeldaðir.

Restin av skránni er henda:

  • Leygardag 15.45 Bjørk Herup Olsen G 17 1.500 metrar (36 luttakarar)
  • –               16.30 Jan Elmar Sørensen D 17 1.500 metrar (50)
  • –               19.45 Jóan Karl Joensen, Menn 400 metrar (77)
  • Sunnudag  18.20 Jan Elmar Sørensen, D17 3.000 metrar (44)
  • –               19.30 Bjørk Herup Olsen, G17 800 metrar (75)
  • –               20.30 Jóan Karl Joensen, Menn 800 metrar (82)

Úrslit verða vanliga kunngjørd leypandi á heimasíðuni www.vuspelen.just.nu – ætlandi hava vit onkrar myndir og frásagnir frá kappingunum skjótast gjørligt.

Við kappingarlok sunnukvøldið fara føroysku luttakararnir at gera skjótt av. Teir skulu við bussi saman við 40 íðkarum úr hinum norðurlondunum á fyrstu felags norðurlendsku ungdómsvenjingarleguna – nevnd ScandiCamp – sum frælsu ítróttarsambondini í ávikavíst Svøríki, Noregi og Danmark skipa fyri. Venjingarlegan verður hildin í Stenungsund 50 kilometrar norðan fyri Gøteborg.

Venjingarlegan verður frá mánadegi til mikudag. Umframt fýra venjingar við vælútbúnum venjarum, verða eisini fyrilestrar, ráðgeving og sosial samvera á skránni. Eitt sera kærkomið høvi hjá okkara ungu at fáa nýggjan íblástur og eisini at læra onnur fræls ítróttarfólk at kenna.

Jóan Karl er leiðari á túrinum, og um alt gongur sum prestur prædikar, verða tey aftur í Vágum hósdagin.

 

0 comment
0

Related Articles