Home Altjóða luttøka Tríggjar silvur og ein bronsa til DMU

Tríggjar silvur og ein bronsa til DMU

by Hallur Holm

Seinasta vikuskiftið vóru átta føroyskir ungdómar við til árligu DM kappingina innandura. Kappingin var hildin í einastu innadurahøllini til frælsan ítrótt í Danmark, sum er í Skive. Í vetur er tó nýggj stásilig høll komin í Odense, og væntast kann tí, at DM-kappingar verða fyriskipaðar har í framtíðini. Innandurahallir til frælsan ítrótt eru vaksandi í tali allastaðni kring okkum, og í summar var høllin á Hafnarfirði latin upp. Hetta er tann næsta høllin í Íslandi – og neyvan tann seinasta.

Í Føroyum hevur verið lítið, sum talar fyri innanduramøguleikum til frælsa ítróttin, men í seinastu viku hoyrdu vit bygdaráðsformannin í Nes Kommunu siga, at fyrsta innandura fótbóltshøllin skal vera á Svangaskarði Samstundis skal rennibreytin koma undir tak, og soleiðis fáa tvær ítróttargreinar innanduramøguleikar á fyrsta sinni.

Aftur til føroysku ungdómarnar, sum vóru í Skive farna vikuskiftið. Sum altíð komu tey aftur við heiðursmerkjum. Og sum ikki einaferð, var tað Rebekka Fuglø, sum vann tey flestu. Hóast skaða gjøgnum allan veturin megnaði hon at renna undir oyl-krøvini á bæði 800 og 1.500 metrum. Serliga 800 meturin var góður, og tíðin hjá henni er bert góð tvey sekund verri enn hennara besta uttanduratíð. Hetta gav henni bronsumerkið. Á 1.500 metrum vann hon silvur, hóast hon var væl frá síni bestu tíð.

IMG_6369-1
Rebekka Fuglø ung og rutinerað og Oddvør Josephsen við fyri fyrstu ferð. Vanliga eru tær gular, men til DM umboða tær Vejle IF. Oddvør rann tvær sera góðar kappingar og setti bólkamet á bæði 800 m og 1.500 m

 

Tórur Mortensen sá út til at hava góðar møguleikar at vinna heiðursmerki í bæði trístøkki og longdarlopi. Hann livdi upp til vónirnar í trístøkki, tá hann setti bæði bólkamet og persónligt met við 13,11 metrum. Tríggjar sentimetrar longri enn í Íslandi og bara 19 sentimetrar frá oyggjaleikakravinum. Við hesum langa lopinum vann hann eisini silvur! Í longdarlopi gekk ikki so væl sum vónað, hóast har komu tvey lop, har 6-talið stóð fremst. Men vit sum kenna Tór vita, at hann bara er nøgdur við tað allarbesta. At hann hesuferð leyp 21 sentimetrar undir PM, merkti at hann gjørdist nummar sjey ístaðin fyri at kappast við fýra teir fremstu.

timthumb
T
órur Mortensen t.v. vann silvur í trístøkki og manglar bert síðsta lítla lopið inn um oyl-gáttina

Steingrímur Hallsson er ikki vanur at standa á skamlinum til DM-kappingar. Teir átta, sum runnu kappingina á 800 metrum, sóu tó út til at skula gerast sera javnir. Tað bleiv runnið taktiskt frá byrjan, og ikki fyrr enn seinastu 200 metrarnar kom ferð á. Har varð skumpað og trokað, og endin varð, at bæði nummar tvey og trý blivu kolldømdir, soleiðis at Steingrímur, sum annars kom á mál sum nummar fýra, nú gjørdist silvurvinnari! Teitur Bjarnastein var eisini við í hesi kappingini, og bleiv nummar fýra.

IMG_6422-1
S
teingrímur Hallsson í reyða Hvidovre-búnanum vann sítt fyrsta DM heiðursmerki

FØROYSKU ÚRSLITINI:

  • G20-22 Rebekka Fuglø 800 m, 2.15,81 (nummar 3 av 4)
  • G20-22 Rebekka Fuglø 1.500 m, 4.52,92 (2/3)
  • G16-17 Margit Weihe Fríðmundsdóttir 200 m 28,10 (14/15)
  • G16-17 Margit Weihe Fríðmundsdóttir 400 m 62,94 (5/10)
  • G14-15 Oddvør Josephsen 800 m 2.24,35 (5/17)
  • G14-15 Oddvør Josephsen 1.500 m 5.01,41 (4/16)
  • D18-19 Steingrímur Hallsson 400 m 54,74 (4/8)
  • D18-19 Teitur Bjarnastein 400 m 56,79 (7/8)
  • D18-19 Steingrímur Hallsson 800 m 2.11,36 (2/6)
  • D18-19 Teitur Bjarnastein 800 m 2.13,34 (4/6)
  • D16-17 Tórur Mortensen, longdarlop 6,04 (7/13)
  • D16-17 Tórur Mortensen, trístøkk 13.11 (2/6)
  • D16-17 Niklas Kruse 400 m 56,28 (7/7)
  • D14-15 Steintór Egholm 200 m 25,38 (4/14)

 

IMG_6458-1
N
iklas Kruse hevði verið sjúkur fram móti kappingini, men megnaði kortini at seta PM á 400 m

IMG_6435-1
M
argit Weihe Fríðmundsdóttir vísti eisini góðan form á bæði 200 og 400 metrum. Eisini hon rennur í reyðum Hvidovrebúna

IMG_6484-1
Teitur Bjarnastein var nakað frá sínum góðu úrslitum í Íslandi í Januar, men skal kortini ikki avskrivast enn, tá talan kemur til oyl


Steintór Egholm, her avmyndaður eftir silvur á 800 m í Íslandi, Hann er eisini ein av okkara sterku spurtarum, og var sera nær við at røkka einum heiðursmerki á 200 m, har hann kom niður á 25,38 og skar hálvt annað sekund !! av bólkametinum fyri 15 ára gamlar.

 

0 comment
0

Related Articles