Home Altjóða luttøka Tvey føroysk met og 3 gull seinna dagin!

Tvey føroysk met og 3 gull seinna dagin!

by Hallur Holm

Var fyrri dagurin í Reykjavík góður, var seinni tað ikki minni! Aftur í sunnudagin drógu vit gylt, og høvdu Bjørk og Jóan Karl runnið við í Stórmót IR í dag, og ikki í sterku Reykjavík International,  ja so høvdu gullmerkini ivaleyst verið enn fleiri.

Rebekka Fuglø 400m
Tað byrjaði, tá Rebekka á 400 metrum feigaði alla mótstøðu til viks og í serflokki rann seg til gull á 400 metrum í nýggjari mettíð 61.65 sek. 400 m hjá kvinnum var annars eitt met, sum slapp at standa óvanliga leingi. Á oyggjaleikunum á Álandi í 1991 rann Margreth Augustinussen teir 400 metrarnar uppá 68,17 sek. Hetta met var standandi líka til summarið 2007 – 16 ár seinni – tá bæði Rebekka og Vár Gregersen komu væl undir. So eftir at metið stóð í 16 ár, hevur Rebekka nú betrað tað við heili sjey sekundum!

rebekka-i-blokk rebekka-50m-eftir rebekka-medalju1 rebekka-tosar-vid-ingrid

Regin Joensen  200m
Tað vóru heilir 41 luttakarar við í 200 metra kappingini, har Regin var við. Regin hevur sína styrki, tá teinarnir eru eitt sindur longri, men 800 m var tann longsta kappingin í hansara aldursflokki, so skuldi hann hava tvær kappingar, mátti hann vera við á 200 metrum. Her eydnaðist tað honum at blíva nr. tvey í sínum heati og nr. 19 samanlagt. Men stutt var ímillum, og ein góðan dag hevði Regin helst kunnað runnið eitt sekund skjótari og otað  seg inn á topp 10´

regin-adrenn-start regin-i-blokk regin-eftir-renning

Rúni Seloy 400m
Rúni skuldi renna sín fyrsta 400 m nakrantíð, og tað var rættiliga spennandi at vita, hvør dugur var í honum á hesum teininum. Og hann fekk beinanvegin kamb til sítt hár. Ein íslendingur legði út sum eitt snarljós, og fekk eitt lítið hol aftur til Rúna. Tá teir fóru um 200 m, segði urið uml. 25 sek, og Rúni hevði tett holið aftur. 100 m áðrenn mál koyrdi hann fulla skrúðu á, og fór fram við íslendinginum, sum ikki megnaði at fylgja við. Rein uppvísing, og ein tíð, sum var betri enn  undirritaði hevði torað at droymt um. 54.38 sekund, og drongurin er ikki fyltur 15 enn!

 runi-ger-klart-til-400m runi-i-blokk runi-a-mal2 runi-medalju1

Jan Elmar Sørensen 1.500m
Í kappingini á 1500 metrum hjá monnum vóru bara tveir luttakarar. Jan Elmar og ein íslendingur. Málið hjá Treystarennaranum var at taka 5-10 sekund av persónliga metinum uppá 4.29 min, sum hann setti í Gøteborg í fjør. Samstundis skuldi hann ansa eftir mótstøðumanninum, og ogna sær gullið, um møguleiki var fyri tí. Jan Elmar legði seg beinanvegin á odda. Ferðin var hóskandi tvey tey fyrstu umførini, og jauarin dragnaði. Hetta sá ljóst út. Men so dalaði ferðin. Ætlaðu umfarstíðirnar hildu ikki, og hóast hann kempaði hart fyri einum góðum úrsliti, endaði tað við einari tíð, sum var eitt sindur verri enn ætlað, nevnliga 4.33,85. Men um Jan Elmar var skuffaður av tíðini, kundi hann hinvegin fegnast um gullheiðursmerkið, sum hann ognaði sær – okkara triðja henda dagin.

jan-elmar-rennur-1 jan-elmar-medalju

Nú var Stórmót IR kappingin liðug, og vit fóru aftur á Ørkina at fáa okkum ein bita. Seinnapartin skuldu Bjørk, Rebekka og Jóan Karl øll renna 1500 m í sterku Reykjavík International kappingini, har bert innbodnir luttakarar sleppa upp í part. Henda kappingin er bert fyri seniorar, og her samlast tískil øll íslendska elitan. Tí kunnu vit vera rættiliga errin av, at okkara ungdómsrennarar sleppa við til tílíka kapping, har eisini sera sterk gestaluttøka var úr Onglandi, Wales, Svørí, Noregi og USA.

Bjørk Herup Olsen og Rebekka Fuglø 1.500m
Kortini vóru vónir um at vit kundu vinna heiðursmerki. Bjørk hevði nevnliga næstbestu tilmeldingartíð av teimum seks kvinnunum, sum skuldu kappast. Rebekka hevði sum mál at betra sítt persónliga met, sum frammanundan var 5.07 min. Og frá byrjan legði Bjørk seg á 2. plássið – nakað aftari ta førandi men við tveimum beint í hølunum. Rebekka fann sína røttu ferð og lá beinanvegin rættiliga einsamøll á 5. plássi. Men tað vísti seg tó skjótt, at hesar damurnar vóru sterkari í veruleikanum enn á pappírinum. Eftir 500 metrum fóru tvær framvið Bjørk, sum annars helt sína ferð. Her var ikki nógv at gera uttan at kempa fyri einari góðari tíð. Og væl bar til. Bjørk kom sum tann fjórða,  á mál við tíðini 4.44.62, sum er hennara besta tíð nakrantíð og eisini nýtt føroyskt innanduramet. Rebekka greiddi eisini sín setning. Bleiv nr. 5 og setti nýtt persónligt met við tíðini 5.05,71.

bjork-og-rebekka-start-1500 bjork-og-rebekka-start-1500-1

bjork-rennur bjork-og-rebekka-strekkja

Jóan Karl Joensen 1.500m
Seinasta kapping hjá okkum á hesum sinni var tá Jóan Karl skuldi renna 1500 m. Við í hesari kapping vóru fleiri tungir dreingir við framúr góðum tilmeldingartíðum. Málið hjá Jóan Karli var at halda tveimum íslendingum aftanfyri og at betra um sítt persónliga met. Teir fremstu gjørdi hann so einki við, og er einki at siga til tað. Hinvegin megnaði hann at vinna á teimum báðum íslendingunum, sum hann ætlaði at vinna á, og eisini eydnaðist tað honum at seta nýtt persónligt met, sum nú er 4.16,

jkj-presentation jkj-startar

jkj-rennur jkj-rennur-1 jkj-eftir-mal

Alt í alt góvu hesir dagarnir í Reykjavík okkum 7 gull og eitt silvurheiðursmerki. Harafturat vóru trý nýggj føroysk innanduramet sett. Harafturat eru sett heili 11 nýggj innandura bólkamet og ikki færri enn 12 persónlig met. Tað var ein øgilig teskan í krókunum millum íslendingar um loynidómin handan føroysku sigursrøðina og  tað var týðiligt, at tey góðu úrslitini skaptu virðing fyri okkum føroyingum.

At vit so taka gullið frá teimum, nú teir eru í svárstu fíggjarkreppu, gerst so ikki við. At so metaldetektorin hjá tollvaldinum vesturi á flogvøllinum eisini gekk fyri, tá ferðalagið fór ígjøgnum tollin – ja tað gerst so heldur ikki við.

svimjing
Ikki akkurát tey krovini, sum føroyskir seyðamenn droyma um, men beinini hava talað fyri seg! F.v. Jan Elmar, Jóan Karl, Guttorm, Rúni, Regin, Hallur, Bjørk og Rebekka.

hallur
Útsvøvntur??

bil-1
Í Hi-Ace’inum á veg út í Laugardalin

hallur-koyrir
Sjaførurin er fremstur, hann stýrir mikið stútt………dútt

mikkjal-og-hallur
Kleynurnar í Íslandi eru stórar. Hvussu nógvar eru á myndini er upp til hvønn einstakan at avgera.

i-hollini
Merkið hekk uppi báðar dagarnar.

jkj-og-hallur-fylgja-klokkuni
Jóan Karl er áhugaður í millumtíðunum. Rúni hevur helst fingið eyga á onkra fitta.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Sølvi 20.01.09 - 09:07

Hjartaliga tillukku øll somul. Hetta vóru fantastisk avrik!

Comments are closed.