Home Altjóða luttøka Tvey føroysk met afturat

Tvey føroysk met afturat

by Hallur Holm

Tað vóru nøkur heilt serliga góð úrslit, sum okkara bestu langteinarennarar fingu, tá HM í ½ maraton varð runnið í Keypmannahavn 29. mars. M.a. fekk Marnar Djurhuus fatur á næst elsta føroyska metinum yvirhøvur, meðan Valborg Heinesen bøtti markant um sítt egna met. Áðrenn tað varð so vanligt at renna ½ maraton, var tað 20 km, sum var tann vanligi teinurin at renna. Hesin verður ikki runnin so ofta longur, men av tí at hetta er ein traditiónsbundin kappingarteinur, sum fram til 70’ini og 80’ini mangan var á skránni, verða eisini met skrásett á teininum.


Tilsamans fýra føroysk met tóku Marnar og Valborg í Keypmannahavn 29. mars 2014

Og júst tí høvdu fyriskipararnir av HM í ½ maraton gjørt eyka nógv burtur úr at tryggja, at bæði 10 km eins væl og 20 km skuldu kunna góðkennast sum heimsmet ella tjóðarmet, um onkur skuldi havt tíðirnar til tað. Á føroyska metlistanum var eingin skrásett 20 km tíð hjá kvinnum framman undan. Hjá monnum stóð Absalon Hansen sum methavari frá einari kapping í Svendborg seinast í 80’unum, har hann rann 1.06.45. Tíðin hjá Marnari í Keypmannahavn var 1.05.21 tími, men har skal so bruttotíðin vera galdandi. Marnar hevði bert tvey sekund fram til startin, so góðkenda metið hjá honum verður 1.05.23 tími.

Hetta verða so met nummar 15 og 16 fyri vaksin í 2014, tá bæði innan- og uttanduramet verða tald við.

FÍF ynskir Marnari og Valborg hjartaliga tillukku við metunum.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Dan Kruse Thomsen 28.05.14 - 17:56

Hans Erland Thomsen eigur met í 800 m í Tårnby games dreingir -11, tíđin hjà honum var 2.38.03 min. Á flaggdegnu rann hann 1000 m viđ tíđini 3.24 min, kann tađ ikki eisini skràsetast sum met?

Hallur 30.05.14 - 12:07

Hey Dan

Eg havi dagført 800 m hjá Hans Erlandi.

Metini eru bert galdandi fyri renning á breytini, og verður úrslitið á Flaggdegnum tí ikki skrásett.

vh
Hallur

Comments are closed.