Home Altjóða luttøka Tvey føroysk met og fýra gull í Stórmót ÍR

Tvey føroysk met og fýra gull í Stórmót ÍR

by Hallur Holm

Hetta vikuskiftið luttaka bæði Treysti, Hvirlan og Bragdið í størstu innandurakapping í Íslandi, Stórmót IR. Kappast hevur verið í dag, og kappingarnar halda fram í morgin, sunnudagin. Tvey føroysk met komu í hús í dag. Fyrst var tað Sára Debesardóttir á 200 m hjá gentum 16-17 ár. Hóast ein miseydnaðan start, eydnaðist tað henni at seta føroyskt met við 27,92 sek. Soleiðis er hon næsta føroyska kvinnan at renna undir 28 sek. eftir at Rebekka Fuglø rann 27,99 á Tórsbreyt í fjør. Sára er sostatt allar skjótasti føroyski 200 m spurtari nakrantíð. Væntandi eigur Sára at fegnast almikið um hetta úrslitið, havandi í huga, at kappingarárið 2013 ikki gjørdist so gott. Men her bragdaði veruliga, og úrslit hennara rakk eisini til eitt flott bronsumerki og er eisini innanfyri bæði A- og Elitukravið hjá FÍF. Gamla innandurametið var frá 2009. Tað átti Rebekka Fuglø við 28,72 sek.

Rebekka Fuglø átti eisini gamla metið á 800 m. Hetta setti hon í somu kapping í fjør, tá hon rann 2.20,62 min. Í dag vann hon ein knúsandi sigur í Reykjavík, har hon frá fyrsta umfari rann frá hinum í opna bólkinum hjá kvinnum. Rebekka hevur látið væl at forminum seinastu tíðina, og ætlanin hjá henni var eisini at seta føroyskt met. Á triðja umfari fór ferðin hjá henni eitt sindur niður, men kortini megnaði hon at bøta metið hjá sær við nærum trimum sekundum. Nýggja metið eitur nú 2.17,75 min.

Sára og Rebekka
Sára Debesardóttir og Rebekka Fuglø settu nýggj føroysk innanduramet í dag. Hetta vóru met nummar tvey og trý í ár!

Men Rebekka var ikki tann einasta í gulum, sum vann gull í dag. Eisini Maria Biskopstø, gentur 12 ár, vann ein sera tryggan sigur. Á 600 m var hon heili fimm sekund frammanfyri nr. 2. Tíðin gjørdist akkurát ikki eins góð sum seinasta vikuskiftið til Reykjavík International Games. Men við meira kapping er lítið at ivast í, at Maria fer at renna enn skjótari enn 1.55,92 sum hon rann í dag, og sum eisini er undir A-kravið hjá FÍF. Triðja gullmerkinum hjá Treysti í dag stóð Marnar Djurhuus fyri. Eins og seinasta vikuskiftið var tað 3.000 m, sum var á skránni. Tá rann hann 8.45,27 og setti nýtt føroyskt met. So væl gekst ikki í dag. Ikki við tíðini í øllum førum. Men helst var tað tí at kappingin manglaði. Við 9.00,40 min endaði Marnar úti við ein heilan minutt framman fyri nr. 2!

Afturat hesum trimum gullmerkjum, vann Treysti eisini tvey silvur- og eitt bronsumerki. Oddvør Josephsen, gentur 13 ár, bøtti aftur um bólkametið hjá gentum 13 ár á 600 m, tá hon gjørdist nr. 2 við 1.45, 96 min – 1 sekund frá gullinum. Silvur bleiv tað eisini til hjá Einari Gregersen á 800 metrum. Í einum spennandi spurti um plássini frá nr. 2-4 eydnaðist honum at gerast fyrstur, og vann hann sostatt silvur. Tíð hansara gjørdist 2.05,76 min. Hjá dreingjum 15 ár vann Gunnar Sivertsen bronsu, og setti eitt gott persónligt met við 2.18.07. Eisni í hesi kappingini var sera hørð kapping um plássini frá nr. 2-4.

Men tað var ikki bara Treysti, sum vann gylt. Karin Holm Simonsen úr Bragdinum rann sítt besta nakrantíð á 800 metrum, og sanniliga um tað ikki røkk til ein sigur og eitt gullmerki. Tíðin hjá henni, 2.27,98 er eisini innanfyri A-kravið til talentbókin hjá FÍF. Tvey bronsumerki afturat fingu føroyingarnir á degnum. Hanus Bergsson úr Hvirlun bleiv nr. 3 hjá dreingjum 18-19 ár í kúluvarpi. Úrslitið hjá honum gjørdist 11,35 m. Stóra styrkin hjá Hanusi er annars spjótkast, sum kortini ikki er inndaruakappingargrein í Stórmót. Í somu kapping gjørdist Hallur Simonsen, Hvirlan, nr fýra. Steingrímur Hallsson, Bragdið vann eisini eitt bronsumerki í dag. Á 800 metrum hjá dreingjum 16-17 ár bardust Steingrímur, Teitur Bjarnastein og ein íslendingur um bronsumerkið. Endin var at Steingrímur dróg longsta stráðið og endaði á sigurspallinum. Hansara tíð var 2.06,91 min.

Tað hava verið nógv fleiri kappingar í dag við føroyskari luttøku. Øll úrslitini kunnu finnast á hesi slóðini: http://www.ir.is/media/misc/StormotIR2014yfirlit.htm

Sum sagt halda kappingarnar fram í morgin, og til ber at fylgja úrslitunum so hvørt á somu slóð sum omanfyri.

FÍF ynskir øllum tillukku við úrslitunum í dag, og góða eydnu sunnudagin!

 

 

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Birna 25.01.14 - 23:40

Eisini i 60 m var føroyskt met sett i dag

Hallur 26.01.14 - 12:35

Ja, Birna. Veit ikki hvi eg yvirsá tað. Hugsaði enntá, at hatta var ein fín tíð, tá eg sá úrslitið hjá Tinnu. Men tit skulu so hava eitt hjartaligt tillukku við henni! 🙂

birna 26.01.14 - 14:02

Takk fyri tað – skilji væl at okkurt kann gleppa við øllum íðkarunum, sum eru til Stórmót til nógvar kappingar hvør. Til lukku øll, sum kláraðu tað so væl í gjár. Spennandi hvussu tað fer at ganga í dag, góða eydnu øll 🙂

Comments are closed.