Home Altjóða luttøka Ungdómar hjá Bragdinum frálík úrslit

Ungdómar hjá Bragdinum frálík úrslit

by athletic

Seinasta vikuskifti luttóku fýra ungir rennarar úr Bragdinum í Tårnby Games á Amager.

Tey fýra Bjørk Herup Olsen, Rannvá Djurholm, Regin Joensen og Rúni Seloy settu øll persónlig met og bólkamet, og okkurt føroyskt met varð eisini. Fleiri teirra megnaðu at vinna heiðursmerkir.

Serliga hugalig vóru føroysku metini hjá kvinnum hjá Bjørk Herup Olsen á 800m og 1500m. Hóast sín unga aldur tók hon met hjá Sunnevu Bjarnastein og Tordis D. Eiriksfoss.

Ein dagførdur metlisti er at finna her (pdf).

Úrslitini hjá teimum vóru annars hesi:

Bjørk Herup Olsen, f. 1991
P15 100m innl., nr. 5, 15,12 sek. / -1,5
P15 1500m fin., nr. 2, 5.11,96 min., g15 FM
P15 800m fin., nr. 2, 2.29,45 min., g15 FM

Rannvá Djurholm, f. 1992
P15 1500m fin., nr. 6, 5.30,54 min., g14
P15 200m fin., nr. 15, 33,24 sek. / -1,4
P15 800m fin., nr. 6, 2.41,04 min.

Regin Joensen, f. 1995
D11 100m innl., nr. 2, 15,95 sek. / -1,6, d11
D11 100m fin., nr. 5, 15,90 sek. / -1,3, d11
D11 400m fin., nr. 6, 74,81 sek., d11
D11 60m innl., nr. 3, 9,75 sek. / -2,1, d11
D11 60m fin., nr. 6, 9,71 sek. / -1,6, d11
D11 800m fin., nr. 1, 2.40,63 sek., d11

Rúni Seloy, f. 1994
D13 1500m fin., nr. 3, 5.11,59 min., d12
D13 200m fin., nr. 9, 29,84 sek. / -1,5, d12
D13 80m innl., nr. 1, 11,80 sek. / -3,5, d12
D13 80m fin., nr. 3, 11,63 sek. / -1,1, d12
D13 800m fin., nr. 2, 2.32,60 min., d12

0 comment
0

Related Articles