Home Altjóða luttøka Uppreisn til Regin Joensen

Uppreisn til Regin Joensen

by Hallur Holm

Eftir kappingina á 80 metrum mikudagin, tá alt ikki gekk Regini eftir vild, var hann øðrvísi og betur uppsettur til 600 meturin í dag.

Hóast nógvir sterkir rennarar vóru við, miðaði Regin eftir einum heiðursmerkjaplássi. (Heiðursmerki verða latin til 6 tey bestu). Lagt var til brots við nógvari ferð, og Regin fylgdi væl við. Skjótt var tó greitt, at tríggir teir fremstu vóru ov sterkir, og Regin valdi tí at bíða eitt sindur, og lá so og lúrdi á einum 6 plássi. Móti endanum vísti Regin sannan vinnaraanda og spurtstyrki, tá hann í spurtinum fór fram við tveimum dreingjum, soleiðis at hann endaði nr. 4, við tíðini 1.50,62. Av sonnum ein góð uppreisn og eitt væl uppiborið heiðursmerki til Regin.

Regin Joensen 600m
Regin Joensen stríddi seg til eitt flott 4. pláss á 600m

0 comment
0

Related Articles