Home Altjóða luttøka Valborg Heinesen eisini føroyskt met í hálvum maraton

Valborg Heinesen eisini føroyskt met í hálvum maraton

by Hallur Holm

Í gjár skrivaðu vit um ómetaliga flotta metið, sum Marnar Djurhuus setti í Keypmannahavn leygardagin. Men tað var ikki bara Marnar, sum rann skjótt. Tí eisini í kvinnukappingini, kom eitt føroyskt met. Valborg Heinesen, sum vann gull á bæði 10.000 og í hálvum maraton á Bermuda, hevur tikið enn eitt fet móti toppinum. Hóast Valborg ikki var partur av sjálvari HM-kappingini, megnaði hon at vinna á 10 HM-rennarum, og eins og Marnar vann á tveimum av teimum trimum íslendingunum, gjørdi Valborg tað sama. Og hon var eisini sera nær við at taka fremstu íslendsku kvinnuna.

Jøvn og skilagóð renning allan vegin legði grundina undir eitt knúsani met. Tíðin hjá Valborg gjørdis 1.20.57, men tá talan er um met, verður tað bruttotíðin, sum kemur at standa. Av tí at tað tók Valborg 22 sekund at koma fram til startlinjuna eftir at startskotið ljóðaði, kemur nýggja metið at eita 1.21.19. Og hetta er heilar tríggjar minuttir skjótari enn gamla metið, sum Valborg sjálv setti í Praha stutt undan oyggjaleikunum í fjør.

Og ta tíðina megnaði eisini Bjørk Herup Olsen at taka leygardagin. Hon hevur annars ikki vant tað stóra í seinastuni, og ivaðist til tað seinasta, um hon yvirhøvur skuldi renna við ella ikki. Kortini megnaði hon at renna undir gomlu mettíðna hjá Valborg. Nú er ringt at vera pessimist, tá tankarnir leita til liðkappingina í hálvum maraton á næstu oyggjaleikum.


Ein hugsavnað Valborg drønar gjøgnum Keypmannahavanr gøtur og ger ein stóran skurð í gamla føroyska metið í hálvum maraton

Millumtíðirnar fyri hvørjar 5 kilometrar hjá Valborg vóru 19.15 – 19.20 – 19.19 – 19.02 og 4.03 fyri seinasta 1,1 km. Sera væl runnið, og tá serliga við atliti til nógvu rennararnar á vegnum, sum gera tað torført at renna við javnari ferð. Valborg gjørrdist nummar 4 av teimum 767 kvinnunum í bólkinum 25-29 ár (elitufeltið ikki talt við) og nummar 92 av øllum teimum 9.448 kvinnunum, og tá er elitufeltið íroknað! Bjørk Herup Olsen gjørdist nummar tvey av 348 í bólkinum 20-24 ár og nummar 105 av øllum kvinnunum.

Lítið er at ivast í, at tær báðar tvær fara at betra sínar tíðir. Sera sera hugaligt, at hava tvær so sterkar ungar kvinnur á føroyska landsliðnum.

FÍF ynskir Valborg hjartaliga tillukki við metinum, samstundis sum vit ynskja teimum báðum góða eydnu víðari.


 Eisini Bjørk kom undir gamla metið. (arkivmynd -KG PHOTOS)

 

0 comment
0

Related Articles